Málspøl - Verkligur partur - page 141

6.13 Ljóðbóltur
Børnini sita í ringi.
Námslærdi ljóðstavar eitt orð og kastar bóltin til eitt barn.
Barnið loftar, roynir at gita orðið og kastar bóltin aftur til námslærda.
 Lutir
 Ein bleytur bóltur
Dømi
Námslærdi
ljóðstavar eitt orð, t.d. vasi
– vvv … aaa … sss … iii
Børnini
endurtaka í felag:
– vvv … aaa … sss … iii
Námslærdi
kastar bóltin til eitt barn
Eitt barn
loftar og svarar:
– vvv …aaa … sss …iii
– Tað er ein vasi
Námslærdi
hjálpir, er tað neyðugt
Barnið
kastar bóltin aftur til námslærda
 Spælið spælið nakrar ferðir
Onnur dømi
máni
pera
sofa
gáva
risi
súla
álur
sól
141
6.13
Ljóðbóltur
1...,131,132,133,134,135,136,137,138,139,140 142,143,144,145,146,147,148,149,150,151,...176
Powered by FlippingBook