6.3 Orðaspæl við
trimum ljóðum
Børnini sita í hálvringi, og námslærdi situr framman fyri tey.
Námslærdi greiðir frá, at orð kunnu hava fleiri enn tvey ljóð t.d. ál.
Námslærdi vísir børnunum eina mynd av einum luti/orði, sum hevur
trý ymisk ljóð. t.d. mál, mmm
(1 kubbi)
… ááá
(1 kubbi)
… lll
(1 kubbi)
.
Meðan námslærdi og børn í felag ljóðstava, leggja tey ein kubba fyri
hvørt ljóð.
Fyri at gera tað meira ítøkiligt, er gott at hava kubbar í fleiri litum,
soleiðis at hvør kubbi umboðar eitt ljóð.
GG
Lat børnini ljóðstava, telja kubbar, hyggja í spegl og venja aftur og
aftur.
Tá ið tey hava skilt, at orð eru sett saman av ymsum ljóðum, kunnu
tey royna at ljóðstava orð við 3 ljóðum, t.d. sól, sss … óóó … lll.
Lutir
Kubbar í 3 litum
Myndakort av orðum við 3 ljóðum
Spegl
Dømi
(seta eitt ljóð framman fyri eina mynd við tveimum ljóðum
t.d. m … ál)
Námslærdi
gevur hvørjum barni tríggjar kubbar í
ymsum litum og leggur nakrar myndir á
gólvið við baksíðuni upp
Eitt barn
tekur eina mynd og sigur,
hvat er á myndini, t.d. ál
Leggur myndina á gólvið,
so øll síggja myndina
(Framhald)
128
6 Ljóðeindir
6.3
Orðaspæl við
trimum ljóðum