5.16 Eiturkoppanet 2
– vit seta eitt ljóð afturat
Meðan vit spæla okkum við orð, verður eitt noða kastað ímillum
námslærda og børnini, soleiðis, at tað at enda líkist eiturkoppaneti.
Lutir
Eitt noða. Helst okkurt, sum ikki slitnar ov lætt
Dømi 1
Børnini
sita í ringi
Námslærdi
minnir børnini á, at vit fáa eitt nýtt orð,
seta vit eitt ljóð afturat einum orði,
t.d. u … ll verður til ggg … ull
Námslærdi
sigur eitt ljóð og eitt orð
Børnini
endurtaka í felag
Námslærdi
kastar ella trillar eitt noða til eitt
av børnunum
Námslærdi
spyr barnið: – Hvat orð fáa vit nú?
Barnið
loftar noðanum og svarar:
– t.d. ggg ... ull, gggull
Barnið
kastar so noðað til eitt annað barn
Spælið heldur fram, til øll hava roynt seg
Børnini reisa seg og lyfta eiturkoppanetið upp um høvd,
meðan tey syngja ein sang, t.d.
Lítli Pætur eiturkoppur ...
GG
Er bólkurin ov stórur, kann vera torført at fáa øll at miðsavna seg.
(Framhald)
112
5 Forljóð
5.16
Eiturkoppanet 2