5.14 Set eitt ljóð afturat
Námslærdi sigur, at til ber at finna nýggj orð, seta vit eitt ljóð afturat.
Børnini sita í hálvringi.
Námslærdi sigur fyrst eitt ljóð, so eitt orð.
Tá ið ljóðið og orðið verða søgd skjótt, smelta tey næstan saman til
eitt nýtt orð, t.d ggg ... ... ... ull, ggggg … ... ull, ggg ... ull.
Lutir
T.d. orðakort, sum merkja okkurt, sjálvt um eitt ljóð
verður sett afturat
Dømi 1
Námslærdi
sigur: – Eg kann gera ein ál til eina nál
Vísir mynd av einum áli og eini nál
– Eg seti eitt ljóð afturat ...
Námslærdi
sigur: – Fyrst sigi eg eitt ljóð nnn … ,
nnn …
Børnini
endurtaka í felag:
– nnn ...
Námslærdi
sigur: – So sigi eg ál
Børnini
endurtaka í felag:
– ál
Námslærdi
sigur: – nnn … ál
Børnini
endurtaka í felag:
– nnn … ál
107
5.14
Set eitt ljóð
afturat