Málspøl - Verkligur partur - page 98

5.6 Tekna á ta lvuna
Børnini tekna myndir á talvuna, sum byrja við einum ávísum forljóði.
Námslærdi stýrir og brúkar bara forljóð, tey hava lært. Námslærdi
biður barnið hugsa um okkurt, sum byrjar við t.d. bbb … og so kann
barnið tekna.
Tá ið fleiri børn hava gjørt tekningar, verður tosað um ymsu forljóð­
ini. Lat myndirnar vera á talvuni til dagin eftir.
 Lutir
 Talva, krit ella whiteboardpennar alt eftir, hvat er til taks
Dømi
Námslærdi
sigur t.d. við eitt barn:
– Hugsa um okkurt, sum byrjar við bbb …
Eitt barn
svarar: – bbb … bilur
Námslærdi
sigur: – Nú kanst tú tekna ein bil á talvuna
 Spælið nakrar ferðir
 Dagin eftir:
Námslærdi
spyr: – Hvør hevur teknað hesa fínu
myndina?
Eitt barn
svarar: – Tað er mín mynd.
Tað er ein bilur.
Børnini
endurtaka í felag:
– bbb … ilur
 So verður gongdin endurtikin við nýggjum forljóðum og
 myndum
98
5 Forljóð
5.6
Tekna á ta lvuna
1...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...176
Powered by FlippingBook