5.5 Finn lutir
Børnini sita í ringi.
Námslærdi hevur nógv myndakort.
Kortini verða løgd í tveir bunkar, tvey kort í hvørjum bunka.
Myndakortini hava sama forljóð.
Tosað verður um, hvat er felags fyri orðini, og námslærdi finnur
saman við børnunum fram til, at myndakortini hava sama forljóð.
GG
Vit arbeiða við ljóðum.
Lutir
Myndakort
Dømi 1
Fyrsta barn
tekur eitt kort úr bunkanum
Sigur, hvat er á myndini t.d. sól
Námslærdi
endurtekur orðið við áherðslu á forljóðið
sss … ól
Børnini
endurtaka í felag: – sss … ól
Annað barn
tekur eitt kort úr sama bunka
Sigur, hvat er á myndini t.d síl
Námslærdi
endurtekur orðið við áherðslu á forljóðið
sss … íl
Børnini
endurtaka í felag: – sss … íl
Námslærdi
spyr, um orðini hava nakað í felag
– Sss … ól og sss … íl
– Jú, bæði byrja við sss …
Aftaná taka børnini kort, sum eisini hava felags forljóð, úr einum
øðrum bunka
Saman finna námslærdi og børnini onnur orð, sum hava sama
forljóð t.d. sss ...
Til ber at hugsa um lutir ella nøvn
(Framhald)
96
5 Forljóð
5.5
Finn lutir