Málspøl - Verkligur partur - page 87

4.8 Git
Børnini liggja á knæ í ringi.
Námslærdi kastar bóltin til eitt barn og sigur eitt orð í stavilsum,
t.d. te-le-fon. Barnið skal so gita orðið.
Barnið loftar bóltinum, gitir orðið og kastar bóltin aftur til
námslærda.
 Lutir
 Ein bleytur bóltur
Dømi
Námslærdi
kastar bóltin til eitt barn og sigur t.d.:
– Fót – bólt – ur
Barnið
loftar bóltinum og gitir: – Fótbóltur?
Kastar bóltin aftur til námslærda … o.s.fr.
 Spælið spælið nakrar ferðir
Uppskot til onnur orð
telefonbók
gularót
skúlataska
ferðamannaskip
lastbilur
fløguspælari
lyklaringur
87
4.8
Git
1...,77,78,79,80,81,82,83,84,85,86 88,89,90,91,92,93,94,95,96,97,...176
Powered by FlippingBook