Málspøl - Verkligur partur - page 82

4.3 Kongsins tænarar
Børnini kunnu sita í ringi ella ganga í longum raði.
Námslærdi er kongur og ger av, hvat hini skulu gera.
Kongurin velur eitt orð, sum kann verða spælt, annaðhvørt sitandi
ella í einum raði.
Kongurin endurtekur orðið umaftur og umaftur. Steðgar millum
stavilsini og ger rørslur, sum hóska til orðið í takt við stavilsini.
Børnini eru kongsins tænarar og gera somu rørslur sum kongurin.
GG
Umráðandi er, at børnini fylgja rútmu.
Dømi
Kongurin
sigur t.d.:
– Hopp-a hopp-a í takt
Børnini
endurtaka í felag:
– Hopp-a, hopp-a, og gera somu rørslur
sum kongurin
 Eftir einari løtu:
Kongurin
rópar: – Steðgið!
Børnini
standa still
Kongurin
velur eitt nýtt orð og spælið heldur fram …
 Børnini kunnu eisini skiftast um at vera kongur
Uppskot til orð
renna
ganga
klappa
hyggja
rista við høvdinum
82
4 Stavils i
4.3
Kongs ins tænarar
1...,72,73,74,75,76,77,78,79,80,81 83,84,85,86,87,88,89,90,91,92,...176
Powered by FlippingBook