Málspøl - Verkligur partur - page 76

3.13 Dukkan tosar
Børnini sita í ringi. Námslærdi hevur eina dukku, sum tosar so løgið.
Dukkan
(námslærdi)
ber orðini øðrvísi fram – leggur áherðslu á
stavilsini øðrvísi enn vanligt.
Børnini royna at gita, hvat dukkan segði, og royna at rætta fram-
burðin.
Børnini skulu royna at siga, hví tað er so torført at skilja tað,
dukkan sigur, og hví orðini ljóða so løgið.
GG
Børnini læra, at orð verða borin fram á ein ávísan hátt, og royna vit at
leggja áherðsluna aðrastaðni enn vanligt, ljóða orðini løgið.
 Lutir
 Ein handdukka
Dømi 1
Námslærdi
hevur eina handdukku og sigur børnunum
frá, at dukkuni dámar at arga. Hon sigur
orðini øðrvísi, enn vit eru von við
– Roynið nú, um tit skilja, hvat dukkan sigur
Dukkan
sigur: – Góðan dag øll somul
Børnini
endurtaka í felag: – Øll somul
Námslærdi
spyr: – Hvat segði dukkan?
Børnini
gita, hvat dukkan segði
Dukkan
sigur: – Mær dámar at arga
Børnini
endurtaka í felag: – Mær dámar at arga
Gita, hvat dukkan segði
 Spælið spælið nakrar ferðir
(Framhald)
76
3 Setningar og orð
3.13
Dukkan tosar
1...,66,67,68,69,70,71,72,73,74,75 77,78,79,80,81,82,83,84,85,86,...176
Powered by FlippingBook