Málspøl - Verkligur partur - page 80

4.1 Klappa nøvn
Børnini sita í ringi á gólvinum.
Vit klappa stavilsi. Vit royna at klappa nøvnini á okkum og bera
saman, hvussu nógv stavilsi eru.
Dømi
Námslærdi
sigur: – Nú skulu vit klappa stavilsi í orðum
– Stav-il-si
(eitt klapp fyri hvørt stavilsi)
Børnini
endurtaka og klappa í takt:
– Stav-il-si, stav-il-si, stav-il-si ...
Námslærdi
sigur: – Nú skulu vit royna at klappa
nøvnini á okkum
Eg eiti: Ma-ri-a
Børnini
endurtaka og klappa í takt:
– Ma-ri-a
Námslærdi
peikar:
– Hvussu eitur tú?
Eitt barn
svarar: – Eg eiti: Pól
Øll børnini
endurtaka og klappa í felag:
– Pól ...
 Klappa navnið á øllum næmingunum
 Til ber eisini at klappa stavilsi í øðrum orðum, t.d. lutum í
 floksstovuni
 Royn eisini at klappa stavilsi í eftirnavni, bústaði o.s.fr.
80
4 Stavils i
4.1
Klappa nøvn
1...,70,71,72,73,74,75,76,77,78,79 81,82,83,84,85,86,87,88,89,90,...176
Powered by FlippingBook