Málspøl - Verkligur partur - page 70

3.9 Orðafjas og fjasiorð
Børnini sita í ringi.
Í hesum spælinum er endamálið at býta samansett orð sundur.
Broyta vit raðfylgjuna, fáa vit onnur orð.
Merkja nýggju orðini tað sama, sum áðrenn vit broyttu raðfylgjuna?
Merkja nýggju orðini nakað?
 Lutir
 Kubbar
Dømi
Námslærdi
sigur: – Nú sigi eg eitt orð.
Orðið er sett saman av tveimum orðum.
Hoyra tit, hvørji orð eg havi brúkt?
– Bóltur
(kubbi)
– hond
(kubbi)
Børnini
gita
Námslærdi
sigur: – Ja, tað er bóltur
(og peikar á fyrra kubban)
– Hond
(og peikar á hin kubban)
Børnini
leggja kubbar og siga í felag:
– Bóltur
(og leggja fyrra kubban)
– Hond
(og leggja seinna kubban)
Námslærdi
sigur: – Nú skifta kubbarnir um pláss
– Hvat orð fáa vit so?
– Tekur seinna kubban og sigur hond
– Tekur fyrra kubban og sigur bóltur
– Hond … bóltur
– Hondbóltur
Børnini
leggja kubbar og siga í felag:
– hond (og leggja ein kubba)
– bóltur (og leggja ein kubba)
Námslærdi
sigur: – Nú kunnu tit royna at lata kubb-
arnar skifta um pláss
 Spælið spælið 2-3 ferðir
70
3 Setningar og orð
3.9
Orðafjas og fjasiorð
1...,60,61,62,63,64,65,66,67,68,69 71,72,73,74,75,76,77,78,79,80,...176
Powered by FlippingBook