Málspøl - Verkligur partur - page 60

3.4 Spæl við setningar
og orð
Børnini sita í ringi á gólvinum.
Námslærdi og børnini spæla við setningar og orð.
Hvørja ferð, ein setningur verður gjørdur, leggja tey ein legokubba
fyri hvørt orðið í setninginum. Tosað verður um stuttar og langar
setningar.
(Longst = flest orð)
GG
Í fyrstuni er best at arbeiða við orðum, sum hava eitt stavilsi.
Vit telja orð og ikki stavilsi. Royn at siga børnunum, at orð við fleiri
stavilsum t.d. bilar er eitt orð, tí at endingin
-ar
ikki merkir nakað í
sær sjálvari.
Samansett orð eru eisini t.d.
fótbóltur
og
rulluskoytur
, hetta eru
nøvnini á hesum lutum, og eru tey eitt orð.
Dømi
Námslærdi
sigur ein stuttan setning: – Eg eri glað
Børnini
siga í felag: – Eg eri glað
Námslærdi
endurtekur setningin og leggur ein kubba
fyri hvørt orðið
– Eg
(kubbi)
eri
(kubbi)
glað
(kubbi)
Hvussu nógv orð eru í hesum setninginum?
Børnini
royna at gita
Námslærdi
sigur: – Nú skulu tit siga setningin saman
við mær og leggja ein kubba fyri hvørt orðið
Børnini
siga í felag:
– Eg
(kubbi)
eri
(kubbi)
glað
(kubbi)
Námslærdi
sigur: – Hvussu nógv orð eru í setninginum?
Børnini
telja
Námslærdi
sigur: – Nú skulu vit vita, um tað passar við
tað, eg havi gjørt
Tekur skrivaða setningin fram
(Framhald)
60
3 Setningar og orð
3.4
Spæl við setningar
og orð
1...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...176
Powered by FlippingBook