2.18 Rímbókin
Í hesi rímbókini eru ymsar ramsur og ymisk rím, sum flokkurin hevur
spælt sær við.
Hvørt barn ger sína egnu bók.
Námslærdi fjølritar (t.d. eitt sindur størri) eina ramsu til hvørt
barnið.
Børnini líma ramsuna í bókina og tekna hóskandi tekning til hvørja
reglu í ramsuni.
GG
Tað kann hugsast, at hvørt barn hevur okkurt rím, sum tað ógvuliga
fegið vil hava í bókina.
Til ber eisini at velja ”Dagsins rím”.
Lutir
Eina bók at líma ramsurnar í
Blýantar, litblýantar, lím og saksar
Dømi
Námslærdi
hevur valt eina ramsu, sum skal í
bókina henda dagin
Eitt avrit til hvørt barnið
Námslærdi og børnini
spæla og tosa um ramsuna
Børnini
fáa eitt avrit og líma tað í sína bók
Gera myndir til ramsuna
Ger javnan eina síðu
51
2.18
Rímbókin