2.12 Skipið er lastað við
Børnini sita í ringi. Skipið er lastað við orðum, sum ríma.
Námslærdi kastar ein bólt til eitt barn og sigur: Skipið er lastað við …
Barnið loftar og sigur eitt orð, sum rímar við orðið, námslærdi segði,
og kastar bóltin aftur til námslærda.
Lutir
Ein bleytur bóltur
Dømi
Námslærdi
kastar bóltin til eitt barn og sigur t.d.:
– Skipið er lastað við … eini gás
Barnið
loftar bóltinum og sigur eitt orð, sum rímar
við gás … t.d. lás
Námslærdi
hjálpir, er tað neyðugt
Barnið
kastar bóltin aftur til námslærda og sigur:
– Skipið er lastað við … lás
Børnini
endurtaka rímið í felag:
– Gás, lás
Námslærdi
velur eitt nýtt rímorð og kastar bóltin til
eitt annað barn. Endurtak nakrar ferðir
Til ber eisini at kasta bóltin ímillum børnini, so leingi tey duga
at finna rímorð til valda orðið
Ein annar møguleiki er at kasta ein lut ímillum sín og royna
at finna hóskandi rímorð til lutin
45
2.12
Skipið er lastað við