2.5 Myndarím
Øll børnini fáa hvør sína mynd heim við.
Saman við foreldrunum skulu tey royna at finna onkran lut, sum
rímar við myndina. Tey skulu so taka mynd og lut við og heingja tey
upp á rímtalvuna. Tá ið øll børnini eru komin við sínum luti, kunnu
rímini verða lisin og brúkt í spæli.
GG
Børnini skulu minnast at hava ein lut við.
Fáa hjálp heimanífrá.
Lutir
Myndakort
Dømi 1
Eitt barn
vísir námslærda sína mynd og sín lut, t.d.
mynd av eini sól og ein stól
Námslærdi
tosar við barnið um rímið
sól – stól
, og um
hvussu tað gekk at finna ein lut heima
So verða mynd og lutur hongd upp á veggin
Dømi 2
Tá ið øll børnini hava víst sína mynd og sín lut fram
Námslærdi
peikar á talvuna/veggin við rímunum og
sigur:
– Hvør man eiga hetta rímið?
Barnið
sigur: – Tað er mítt rím. Tað er
sól – stól
Øll børnini
siga í felag: –
Sól – stól
(Framhald)
36
2 At spæla við rím
2.5
Myndarím