2.9 Dugir tú at ríma?
Børnini sita í ringi.
Námslærdi lesur fyrstu orðini í einum rími fyri børnunum.
Børnini koma við uppskotum um, hvussu rímið kann enda.
Dømi
Námslærdi
lesur hart fyrstu orðini, t.d.
Busta tenn, busta tenn, tað …
Børnini
gita og koma við uppskotum, siga so í felag:
– Tað sigur Erling Simonsen …
Tá ið børnini eru von við at ríma,
kunnu tey royna at ríma síni egnu rím
Uppskot um onnur rím
– nógv rím eru í Súluni
Eg sá eini hús,
har býr ein mús
Hønan verpur egg,
maðurin hevur skegg
Mamma eigur ein frakka
og ein jakka
Ein lús
sá eina mús
42
2 At spæla við rím
2.9
Dugir tú at ríma?