2.6 Rím
Øll børnini sita í ringi. Námslærdi gevur hvørjum barni eitt orð.
Tey skulu so royna at finna okkurt, sum rímar upp á orðið.
GG
Tað týdningarmesta í hesum spælinum er at finna okkurt,
sum rímar við orðið, tey hava fingið.
Summi børn finna upp á orð, sum einki merkja, men tað ger einki,
so leingi tey ríma, t.d. hús, kús.
Lutir
Tað ber væl til at geva børnunum eina mynd
í staðin fyri eitt orð
Dømi
Námslærdi
sigur eitt orð ella vísir eina mynd, t.d. mál
Børnini
royna hvørt í sínum lagi at finna okkurt orð,
sum rímar við orðið/myndina
Námslærdi
biður børnini siga sítt orð fyri hinum
Børnini
endurtaka orðið og rímorðið
– Mál – kál – sál
Námslærdi
gevur børnunum nýggj orð
Spælið spælið nakrar ferðir
38
2 At spæla við rím
2.6
Rím