Málspøl - Verkligur partur - page 39

2.7 Býtisspæl
Børnini læra ramsuna, áðrenn tey byrja býtisspælið.
Lat børnini sláa rútmuna við høgru hond í gólvið, meðan tey læra
ramsuna.
Øll liggja á knæ í ringi.
Námslærdi hevur ein stein, og hann gevur barninum høgrumegin seg
steinin.
Minnist til at halda rútmuna.
GG
Tað er týdningarmikið, at rútman er í lagi, áðrenn býtisspælið byrjar.
 Lutir
 Finn nakrar vakrar steinar, sum eru lættir at halda á
 Tað ber eisini til at brúka t.d. ertraposar
Dømi
 Øll liggja á knæ og siga ramsuna í felag við hóskandi rútmu
 Samstundis verður rútman sligin í gólvið við høgru hond
Námslærdi
byrjar at senda steinin runt til høgru
Kom her og být við meg,
vit spæla býtisspæl
Kom her og být við meg,
vit spæla býtisspæl
Eg havi ein stein til tín,
og tú gevur mær ein
Eg havi ein stein til tín,
og tú gevur mær ein
 Spælið spælið nakrar ferðir
39
2.7
Býtisspæl
1...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...176
Powered by FlippingBook