Málspøl - Verkligur partur - page 54

3.1 Spæl við setningar
Øll børnini sita í ringi.
Námslærdi sigur børnunum eina lítla stutta søgu og greiðir frá, at vit
kunnu kalla eina stutta søgu ein setning.
Lutir
Ein bók við stuttum søgum
Dømi 1
Námslærdi
lesur eina stutta søgu fyri børnunum
Lesur somu søgu umaftur, men nú steðgar
hann á millum setningarnar
Ein søga kann verða býtt upp í smá brot
Eitt stutt brot eitur ein setningur
Børnini
siga í felag:
– Setningur
Námslærdi
lesur ein setning úr søguni
– Hoyrdu tit, at setningurin er ein lítil søga?
Hesa søguna nevna vit ein setning
Børnini
siga í felag:
– Setning
Námslærdi
sigur:
– Alt tað, vit siga og fortelja hvør øðrum,
kann verða býtt upp í setningar
Børnini
siga í felag:
– Setningar
 At enda kunnu børnini siga hvørt sína stutta søgu ella ein setning
54
3 Setningar og orð
3.1
Spæl við setningar
1...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...176
Powered by FlippingBook