Málspøl - Verkligur partur - page 62

3.5 Orðabørn
Børnini sita í ringi.
Námslærdi sigur eina kenda ramsu t.d.
Óli datt í ein hatt
.
Síðan velur námslærdi fimm børn, sum skulu umboða eitt orð hvør.
Tá ið øll børnini (orðini) standa í rættari raðfylgju, verður tað ein
livandi setningur.
So verður sami setningur gjørdur við legokubbum.
Lutir
Legokubbar ella tílíkt
Dømi
Námslærdi
sigur ein stuttan setning:
– Einaferð var tað ein maður
Børnini
siga í felag:
– Einaferð var tað ein maður
Námslærdi
endurtekur setningin og sigur við børnini,
at nú skulu 5 teirra vera orð í hesum
setninginum
1. barn
fær orðið
einaferð
reisir seg og sigur:
– Einaferð
Námslærdi
sigur:
– Hini børnini fáa eisini eitt orð hvørt
2. barn
– var
3. barn
– tað
4. barn
– ein
5. barn
– maður
(Framhald)
62
3 Setningar og orð
3.5
Orðabørn
1...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...176
Powered by FlippingBook