Málspøl - Verkligur partur - page 72

3.10 Eitt orð manglar
Øll sita í ringi.
Námslærdi er vorðin eitt sindur gloymskur. Tá ið hann sigur ein
setning, gloymir hann t.d. eitt orð ella skiftir um orð.
Børnini hjálpa námslærda at gera setningar ella hjálpa honum við
orðum, sum hann gloymir.
Tá ið eitt barn hjálpir námslærda við einum orði, fær tað ein kubba
frá námslærda afturfyri.
 Lutir
 Trækubbar
Dømi
Námslærdi
sigur ein setning, men gloymir at siga eitt
orð hart, leggur í staðin ein kubba t.d.
– Eg …
(kubbi)
… sodavatn
Námslærdi
peikar á kubban
– Hvør kann hjálpa mær at finna orðið?
Eitt barn
gitir orðið, sum manglar:
– … drekki …
– Eg drekki sodavatn
Barnið fær ein kubba afturfyri
Námslærdi
sigur: – Eg … sodavatn
– Kundi tað verið nakað annað orð?
Eitt barn
gitir okkurt annað orð
 Til ber eisini at lata børnini siga ein setning við einum orði,
 sum manglar
Onnur dømi
Eg … (eti) … matpakka/breyð
Eg … (koyri) … bil
72
3 Setningar og orð
3.10
Eitt orð manglar
1...,62,63,64,65,66,67,68,69,70,71 73,74,75,76,77,78,79,80,81,82,...176
Powered by FlippingBook