Málspøl - Verkligur partur - page 75

3.12 Finn longra orðið
Tá ið børnini hava havt um setningar eina tíð, kann ein so smátt
fara at tosa við tey um, at orð eru ymisk til longdar.
Børnini sita í ringi.
Námslærdi sigur tvey orð, sum eru ymisk til longdar.
Námslærdi spyr børnini, hvat orð, tey halda, er tað longra.
Tá ið børnini hava gitt, vísir námslærdi teimum orðini, sum hann
frammanundan hevur lagt við bókstavakubbum.
Lat børnini síggja, um tey gittu rætt.
GG
Tað kann vera torført hjá børnunum at hugsa um orðalongdina fram
um meiningina, t.e. mariuhøna er ein lítil vera, men kúgv er eitt stórt
dýr.
 Lutir
 Bókstavakubbar ella klipp bókstavir úr kartongi og set teir
 beint hvønn undir annan, so børnini síggja, hvat orð er
 longri
Dømi
Námslærdi
spyr: – Hvat orð halda tit man vera longri:
Tok ella sjúkrabilur?
Børnini
gita
Námslærdi
vísir børnunum orðini. Gittu tey rætt?
Tosar um long og stutt orð. Tað orðið, sum
hevur flestar bókstavir, er longra orðið
 Spælið spælið 2-3 ferðir
75
3.12
Finn longra orðið
1...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...176
Powered by FlippingBook