Málspøl - Verkligur partur - page 83

4.4 Lurta fyrst – hygg so
Børnini sita í ringi.
Námslærdi hevur nøkur myndakort.
Børnini skulu ikki síggja myndirnar, men gita, hvat er á
myndakortinum.
 Lutir
 Myndakort
Dømi
Námslærdi
sigur: – Eg havi nøkur myndakort,
sum tit ikki mugu síggja
–Eg fari at siga, hvat er á myndakortinum,
men ... eg geri tað eitt sindur torført ...
– Eg sigi í stav-il-sum, hvat er á myndini
– Roynið so og gitið
Námslærdi
sigur: – Roynið og gitið: Te-le-fon
Børnini
endurtaka í felag: – Te-le-fon
Námslærdi
spyr: – Hevur nakar tykkara gitt,
hvat er á myndini?
Vísir myndina, tá ið børnini hava gitt rætt
 Spælið spælið nakrar ferðir. Takið nýggj myndakort
 Til ber eisini, at eitt barn hevur eitt myndakort, og hini gita
 Og spælið heldur fram ...
Uppskot til orð
kráka
áarross
giraffur
lundi
firvaldur
83
4.4
Lurta fyrst
– hygg so
1...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...176
Powered by FlippingBook