Málspøl - Verkligur partur - page 86

4.7 Ynskispælið
Spælið verður spælt líka sum
Bro, bro, brille
.
Lagið er
Við vegin stóð eitt hús
.
Lat børnini læra seg sangin, áðrenn tey fara at spæla.
Børnini standa í ringi og halda í hendurnar hvørt á øðrum.
Námslærdi og eitt barn rætta hendurnar móti hvør øðrum, so at hini
børnini kunnu ganga inn undir ”brúnna”, meðan tey syngja.
Tað barnið, sum verður fangað, skal ynskja sær okkurt, sum skal
verða sagt í stavilsum.
Nú spæla vit eitt spæl,
nú spæla vit eitt spæl,
nú spæla vit eitt ynskispæl,
eitt, eitt ynskispæl.
Hvat fert tú at ynskja tær?
Í síðstu reglu fara armarnir niður, og eitt barn verður fangað.
Dømi
Námslærdi
spyr barnið:
– Hvat fert tú at ynskja tær?
Eitt barn
svarar: – Eg ynski mær … t.d. eina súkk- lu
Námslærdi
endurtekur ynskið og klappar stavilsini:
– Tú ynskir tær eina súkk-lu
Børnini
klappa í felag:
– Eina súkk-lu
 Barnið, sum hevur ynskt sær okkurt, ger nú brúgv saman við
 námslærda
 Spælið spælið 5-6 ferðir
86
4 Stavils i
4.7
Ynskispælið
1...,76,77,78,79,80,81,82,83,84,85 87,88,89,90,91,92,93,94,95,96,...176
Powered by FlippingBook