5.1 Git navnið
Børnini sita í ringi á gólvinum.
Námslærdi sigur fyrsta ljóðið (forljóðið) í navninum á einum barni.
Forljóðið verður sagt týðiliga.
Fyrstu ferðirnar er gott at siga alt navnið.
Børnini gita, hvat navn námslærdi hugsar um.
GG
Byrjar navnið á fleiri børnum við sama forljóði, ber til at siga t.d.
tann, eg hugsi um, er í reyðari troyggju, og fyrsta ljóðið er
M … mmmm … mm.
Dømi 1
Námslærdi
sigur: – Nú fari eg at siga eitt navn
Tað er navnið á einum barni. Lurtið nú væl
eftir, so skulu tit vita, um tit duga at gita,
hvønn eg hugsi um …
Mmmmm … aria
Børnini
endurtaka í felag:
– Mmmmm … aria
Námslærdi
sigur: – Roynið nú og gitið?
Ja, tað var Maria
Roynið og sigið tað aftur:
– Mmmmm … aria
Børnini
endurtaka: – Mmmm … aria
(Framhald)
90
5 Forljóð
5.1
Git navnið