Málspøl - Verkligur partur - page 104

5.12 Gitispæl
Børnini sita í ringi.
Námslærdi leggur 10-15 lutir á gólvið. Børnini hyggja eina løtu at
lutunum, og so leggur námslærdi eitt teppi oman yvir lutirnar.
Námslærdi tekur ein lut burtur úr rúgvuni, og børnini skulu nú gita,
hvør lutur er horvin.
Dentur verður lagdur á forljóðini á hvørjum luti, t.d. sss … aksur.
Námslærdi tekur hvørja ferð ein lut burturav, soleiðis at tað til
endans er lætt at gita, hvør lutur manglar.
 Lutir
 Lutirnir, børnini hava við
 Eitt teppi ella turriklæði
Dømi
Børnini
hyggja at øllum lutunum
og royna at minnast
Námslærdi
leggur eitt teppi omanyvir
Børnini
halda fyri eyguni og ”sova”
Námslærdi
tekur ein lut burtur
Børnini
”vakna” og hyggja at lutunum og royna
at gita, hvør lutur manglar
Námslærdi
velur eitt barn og spyr tað,
hvør lutur manglar
Barnið
sigur: – Ein saksur manglar
Námslærdi
tekur saksin fram og sigur: – sss … aksur
Børnini
endurtaka í felag: – sss … aksur
 Spælið til bara 4-6 lutir eru eftir
104
5 Forljóð
5.12
Gitispæl
1...,94,95,96,97,98,99,100,101,102,103 105,106,107,108,109,110,111,112,113,114,...176
Powered by FlippingBook