Málspøl - Verkligur partur - page 101

5.9 Hvat er í posanum?
Børnini sita í ringi.
Námslærdi leggur tríggjar lutir í ein posa. Tveir av lutunum skulu
hava sama forljóð.
Eitt barn følir og roynir at gita, hvørjir lutir eru í posanum.
Tosað verður um hvønn lut sær, og vit leggja áherðslu á forljóðið.
At enda verða orðini borin saman, og vit koma eftir, hvørjir lutir hava
sama forljóð.
 Lutir
 Ein posi við ymsum smálutum
Dømi
Námslærdi
hevur ein posa við trimum lutum
Eitt barn
nertur við lutirnar niðri í posanum
Tekur ein lut, gitir og sigur, hvat luturin er:
– Tað er ein bók
Námslærdi
sigur: – Tað er ein bbb … ók
Børnini
endurtaka í felag: – bbb … ók
Hinir lutirnir verða eisini nevndir við
áherðslu á forljóðið t.d.
– bbb … lýantur
– sss … keið
Námslærdi
sigur øll orðini:
– bbb … ók, bbb … lýantur, sss … keið
Ber saman forljóðini í orðunum og vita,
hvørji orð hava sama forljóð
101
5.9
Hvat er í
posanum?
1...,91,92,93,94,95,96,97,98,99,100 102,103,104,105,106,107,108,109,110,111,...176
Powered by FlippingBook