Málspøl - Verkligur partur - page 14

1.1 Lurta eftir ljóðum
Kann verða spælt innandura og uttandura.
Børnini kunnu t.d. sita í ringi.
Vit lurta eftir ymiskum ljóðum:
Ljóðum innan í okkum – ljóðum rundan um okkum.
Ljóðum nær við – ljóðum langt burtur.
Uttanduraljóðum – innanduraljóðum.
Lurta við afturlatnum eygum og við opnum eygum.
Tosa við børnini um munin.
P.S. Børnini venja seg skjótt við at lurta altrá.
Dømi
Børnini
blunda og lurta í ein minutt. Hvat hoyrdu vit?
Børnini
lurta við opnum eygum í ein minutt
Hvat hoyrdu vit nú?
Námslærdi
tosar við børnini um munin á at lurta við
opnum eygum ella, tá ið tey blunda
Ljóðuppskot
Hoyra egnan hjartaslátt
Andadrátt, mín egna og hjá øðrum
Snýs, host, hark o.s.fr.
(Framhald)
14
1 Lurtispøl
1.1
Lurta eftir ljóðum
1...,4,5,6,7,8,9,10,11,12,13 15,16,17,18,19,20,21,22,23,24,...176
Powered by FlippingBook