Passasjeren - stuttfilmur (Sakaris Stórá 2009)
Fororð
‘Passasjeren’ er heitið á stuttfilmi, sum Sakaris Stórá hevur gjørt á norskum filmskúla. Tí eru heiti og tala á norskum, men við føroyskum undirteksti. Nám hevur keypt rættindi at brúka filmin til skúlabrúks og hevur latið gera uppgávur til filmin.
Sakaris, sum er úr Skopun, hevur leikstjórnað filmin eftir egnum handriti. Við dømum sæst, hvussu norska handritið er broytt, innan tað verður støðið undir lidna filminum. Eisini sæst eitt upprit, konseptark, har leikstjórin greiður frá um filmin á norska skúlanum.
‘Passasjeren’ vann virðislønina Gylta Eggið á altjóða filmsstevnu í Reykjavík í 2010. Í 2012 gjørdi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, av at lata eina ”Virðisløn til ungt listafólk”. Fyrsti móttakarin er Sakaris Fríði Stórá. Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Mentamálaráðharrin letur virðislønina til "evnaríka skopuningin, sum er filmslistamaður, ið hevur sýnt serliga góð evni innan filmslist."
Umframt at síggja sjálvan filmin á Snar, hevur Nám gjørt upptøku, har leikstjórin sigur frá um tema í filminum. Eisini eru ummæli av filminum, aðrar samrøður við leikstjóran og ein frymil at greina stuttfilm eftir.
Filmur, uppgávur, frymil og tilfar annars, kann brúkast í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámi í føroyskum og filmsvísund, men eisini í donskum, við denti á kravda norðurlendska innihaldið. Filmurin kann eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, danskt, myndlist og sálarfrøði.
Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru løtt at finna á YouTube.
Tøkk til Kinnu Poulsen og Jonhard Mikkelsen fyri viðmerkingar og vegleiðing, og Anton Petersen fyri upptøku av samrøðu.
Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni.
Góðan arbeiðshug!