Skip to main content

Passasjeren - stuttfilmur (Sakaris Stórá 2009)

Arbeiðsuppgávur

Byrjan

Í byrjanini fáa vit eitt lyfti um, hvat filmurin fer at snúgva seg um. Hvat er evnið, sum leikstjórin lovar okkum? Heldur lyftið til endans í filminum og er tað viðgjørt sambært byrjanini? Eru vit vorðin klókari um evnið? Hyggið í felag at byrjanini í einum filmi, til dømis The Age of Innocence (Martin Scorsese 1993), og takið støðu til hvønn leiklut ein filmsbyrjan hevur.

Ljós og skuggi

Ljós og skuggi eru filmisk frásøgusnildi, sum við ongum orðum kunnu lýsa ávís viðurskifti, so sum huglag og støðu, mótvegis øðrum, beint nú. Dømi um ljós og skugga sum frásøgusnildi eru í The Third Man (Carol Reed 1949) og Blue Velvet (David Lynch 1986). Finn partar í stuttfilminum, har ljós og myrkur verða brúkt sum frásøgusnildi. Er onkur serstakur persónur, sum ofta verður settur í skugga? Greið frá, hvat leikstjórin vil siga um persónin, hansara støðu og huglag.

Rúm

Allar søgur verða sagdar í einum rúmi, inni ella úti, sum kann vera opið og gjøgnumskygt, ella stongt og afturlatið. Í filminum The Ice Storm (Ang Lee 1997) verða fólk í tveimum grannahúsum ofta sett í hvør sítt rúm, ella millum innbúgv, sum rammar tey inn og skilir tey frá øðrum, uttan at eitt orð verður sagt. Greið frá teim rúmum, sum søgan í stuttfilminum fer fram í. Er nakað eyðkenni í eina rúminum, sum ikki er í hinum rúminum? Hvør ræður í teim ymsu rúmunum, vit raka við í søguni?

Litir

Litir umboða ávís virði, men kunnu hava ymsan týdning í ymsum sambondum. Litir kunnu eisini siga okkum, hvørt søgan er realistisk ella ikki. Dømi um hetta sæst í The Ice Storm (Ang Lee 1997), har nomið verður við reyðan lit í avgerandi støðum, og í filmunum Forbrydelsens Element (Lars von Trier 1984) og Portland (Niels Arden Oplev 1996), har øll søgan verður lýst í einum ófrættakendum gulum liti úr einum fremmandum samfelag. Hygg at stuttfilminum og finn dømi um at gulur litur verður brúktur. Skriva upp, hvar guli liturin verður brúktur og met um týdningin. Kundi liturin eins væl verið ein annar? Tak støðu til um litirnir í filminum eru heitir, neutralir ella kaldir, og hvørja avleiðing litirnar hava fyri tína fatan av filminum.

Ljóð

Greið frá, hvussu leikstjórin brúkar ljóð, og hvørt tað larmar ella er friðarligt. Hygg at brotinum, tá ið Erik setir bilin í gongd. Hvat hoyrist? Greið frá teim ljóðum, sum hoyrast í endanum á filminum, t.d. hurðaklams, andadráttur og regn. Greið frá um ágangandi larmur, ella bara frávera av ljóði, skapa serligt huglag í stuttfilminum. Finn dømi um friðarligan og larmandi spælifilm, sum er í biografinum beint nú. Leikstjórin hevur í hesum stuttfilmi og í Ikaros (2008) brúkt gittartónleik hjá Rasmusi Rasmussen. Tak støðu til tónleikavalið og greið frá, hvørt júst hesin tónleikur riggar til stuttfilmin ella ikki.

Huglag

Allir filmar hava eitt serstakt huglag, sum sigur okkum hvat slag av frásøgn talan er um. Til dømis um filmurin er realistiskur, úr okkara egnu samtíð og samfelag, sum Submarino (Thomas Vinterberg 2010), ella um søgan er furða, sum Alice in Wonderland (Tim Burton 2010), og tí byggir á serligar viðtøkur. Hyggið í felag eftir brotinum við sveimandi plastikkposanum í American Beauty (Sam Mendes 1999) og tosið um huglagið. Farið síðani aftur til stuttfilmin Passasjeren og finnið í felag staklutir, sum gera av, hvussu tit fata huglagið, og hvussu tað verður borið fram filminum.

Komposisjón

Í filmi kunnu persónar standa fríir og leysir undir opnum himni, ella bundnir og kroystir í einum horni. Dømi um hetta eru kongurin og lærarin í The King’s Speech (Tom Hooper 2010). Komposisjónin sigur, hvussu persónurin hevur tað og fatar seg sjálvan í mun til onnur. Tak støðu til Erik og hvussu leikstjórin setur hann inn í filmin, fyrst heima við borðið og síðani í bilinum við rattið. Greið frá, hvat úrslit komposisjónin elvir til, tá ið talan er um Erik.

Kvinnan

Í søguni er ein kvinna. Grunda yvir týdningin, hon hevur og hvønn leiklut hon fær í søgugongdini. Hygg at ljósi, skugga og komposisjón. Tak støðu til, um hon er mamma, kona, verndareingil ella okkurt heilt annað, tá vit hugsa um hana sammett við Erik.

Garðurin

Um húsini er ein gyrðing. Hyggur tú nærri, sæst, at tvey bretti mangla. Kunnu hesi ítøkiligu viðurskifti, tvey bretti, sum mangla, fáa ein symbolskan týdning í søguni? Um so er, hvønn týdning? Tak støðu til, hvørt leikstjórin brúkar hesi frásøgusnildi tilætlað, ella um hetta er tilvild? Kunnu vit yvirtulka? Ella kann tílíkur staklutur styrkja søguna?

Tunnil

Koyrt verður gjøgnum tunnil í filminum. Greið frá um tunnilin og hvønn myndaligan týdning hann hevur. Í einum føri hyggur Erik (førarin) í bakspegilin. Greið frá, hvørt hesin partur í filminum peikar frameftir ella aftureftir í lívinum hjá føraranum. Greið frá filmisku effektini, sum leikstjórin brúkar, tá ið hann letur føraran hyggja í bakspegilin í hesari støðu. Kundi ein onnur støða, til dømis undir opnum himni, verið vald við somu effekt? Set orð á kensluna hjá Erik júst í teirri støðu, hann hyggur í bakspegilin.

Faðirdráp

Kanna hugtakið faðirdráp. Kanna, hvussu faðirdráp verður brúkt í leikinum Eitir nakað land Week-end? (Jóanes S. Nielsen 2001). Hygg eisini at filminum East of Eden (Elia Kazan 1955) og eygleið viðurskiftini millum faðir og synir. Greið frá um mannin, sum er passasjerur í seinna biltúrinum í stuttfilminum. Hvussu er hann klæddur og hvat hevur hann í hondini? Greið frá, hvar vit fara, tá vit eru soleiðis klødd og lata blómur. Greið frá ímyndum av ávikavist lívi og deyða. Hvat av hesum báðum umboðar maðurin, sum nú er passasjerur?

Samskifti

Skriva upp øll tey sløg av farleiðum, sum eru at síggja í stuttfilminum. Hvønn týdning leggur leikstjórin í hesar farleiðir? Hava tær týdning fyri høvuðspersónin? Hygg at filmunum Paris, Texas (Wim Wenders 1984) og Submarino (Thomas Vinterberg 2010) og skriva upp teir samskiftismiðlar, sum hava týdning fyri søgugongdina. Tak støðu til, um samskiftismiðlarnir loysa aktuellu trupulleikarnar, ella verða teir brúktir sum ímynd av tí øvugta – vantandi samskifti.

Filmiskur endi

Í endanum verður klipt millum pápa og son. Eru teir nakrantíð í somu mynd? Um so var, at teir vóru settir saman, hvør móti øðrum í somu mynd, hvussu hevði komposisjónin verið? Ger eina skitsu.

Frásagnarligur endi

Gev filminum tín egna enda, sum skal vera annarleiðis enn tann endin, vit síggja í filminum.

Ummæli

Finn aktuell filmsummæli í donskum bløðum sum Weekendavisen, Politiken og Jyllands Posten. Heft teg við ummælarar sum Bo Green Jensen og Kim Skotte og finn eyðkenni í teirra skrivingarlagi. Gev síðani filminum Passasjeren títt egna ummæli við yvirskrift. Ummælið skal vera millum 1500 og 2000 tekn við millumrúmi.