Skip to main content

Útbreiðsla: Hann er úr Sargassohavinum til Móritania, fram við Evropa, í Íslandi og Føroyum til Norðurnoregs og í Hvítahavinum. Í Eystarasalti, Miðjarðarhavinum og Svartahavinum.

Állur, álur (állaættin)
Anguilla anguilla (Linné, 1758)

Állur heldur til bæði í sjógvi og feskum vatni. Hann gýtir í Sargassohavinum, og yngulin rekur við streyminum til Evropa, har hann sum glasállur fer upp í feskt vatn, og har heldur hann til, til hann fleiri ár seinni aftur fer á sjógv at fara aftur í Sargassohavið at gýta.

Állur er katadromur.

Stødd: Állur verður í mesta lagi 140-150 cm langur. Tá ið hann sum glasállur fer úr sjónum upp í feskt vatn, er hann um 7 cm. Fleiri ár seinni, tá hann aftur fer á sjógvin, eru siljafiskarnir ikki størri enn 60 cm. Í Føroyum eru rognafiskarnir sjáldan longri enn 65 cm, men kunnu verða upp í 125.

Dýpi: Tað er óvist á hvørjum dýpi állurin er, tá ið hann er til havs, tó vórðu tveir veiddirá 400 metra dýpi í Hetlandsrennuni í 1980 og ein á Íslandsrygginum í 2004 á umleið sama dýpi. Hann er annars í øllum løkum og áum, vøtnum, hyljum og tjarnum, har hann sleppur niðan. Í sjónum um heystið heldur hann mest til í blandingsvatni. Állur fer um heystið eisini stuttar teinar um vátlendi, t.d. vátan bø.

Litur: Glasállur er glærur. Í hinum vakstrarstigunum er liturin ymiskur, dimmur, grásvartur-grábrúnur um bakið og undir búkinum ljósari, gulur. Uggafjaðrarnar og gotfjøðurin eru gulligar. Tá állur er sjóbúgvin, og búningin byrjar, verður hann silvurlittur um síðurnar.

Lýsing: Állur er langur og klænur fiskur. Tvørskurðurin er mest sum rundur. Ryggfjøðurin er frá stertinum og umleið 2/3 fram á bakið. Hann hevur eina gotfjøður, ið byrjar beint framman fyri miðjuna á fiskinum og gongur aftur á endan. Sterturin er lítil, samanvaksin við ryggfjøðurina og gotfjøðurina. Hann hevur tvær smáar, avrundaðar uggafjaðrar og hevur ikki búkfjaðrar. Hann hevur lítið høvd, smá, rund eygu og undirbit. Tá állurin búnast og gerst blankur, vaksa eyguni munandi.

Eyðkenni: Állur líkist haválli, men kennist frá honum m.a. á tí, at uggafjaðrarnar koma ikki aftur undir ryggfjøðurina, og at hann hevur smáar roðslur. Állur í feskum vatni er mest virkin í myrkri.

Týdningur: Í Føroyum hevur állurin lítlan týdning, men nógvastaðni í Evropa verður hann nógv veiddur.

da: Ål, en: Eel, fr: Anguille, ís: Áll, no: Ål, tý: Aal
Állafiskar Állaættin
Állur

ÁllafiskarAnguilliformes

Hópurin hevur 15 ættir, ið hava 141 slektir og umleið 791 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum skrásettar 5 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í
part:

  • Állaættin (Anguillidae)
  • Djúpállaættin (Synaphobranchidae)
  • Snípuállaættin (Nemichthyidae)
  • Havállaættin (Congridae)
  • Trýnisállaættin (Serrivomeridae)


Állafiskar eru eyðkendir við sínum langa og klæna skapi. Teir hava ikki búkfjaðrar, summi sløg hava heldur ikki uggafjaðrar.

Nøkur sløg hava ein beinleysan skræðulepa til stert, onnur hava ongan stert.

Állafiskar av ættini Anguillidae eru katadromir. Hinar ættirnar liva alt lívið í sjónum.