Útbreiðsla: Úlvfiskur er úr Hetlandsrennuni til Íslands, Svalbarðs og í vestara Barentshavi. Í Eysturgrønlandi, í Davisfirði og frá Labrador til Cape Cod. Hann sæst javnan í veiðuni undir Føroyum á djúpum vatni.
Úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycodes esmarki Collett, 1875
Stødd: Úlvfiskur er størstur av úlvfiskunum. Hann verður í mesta lagi 90 cm langur, men vanliga longdin er 50-60 cm.
Dýpi: Hann er botnfiskur. Hann er úr umleið 150 metra dýpi niður á meira enn 1100 metra dýpi, hann er í sjógvi millum ÷3° og +5°C.
Litur: Úlvfiskur er reyðbrúngráligur um bakið, ljósari undir búkinum. Tvørtur um bakið og niður á síðurnar hevur hann 5-7 ljós grálig bond. Hesi bond skifta skap við aldrinum. Á ungum fiski er bandið tvídeilt í neðra. Á eldri fiskum verða hesi bondini tvídeild heilt uppígjøgnum, brúnur litur er inni í bondunum. Á eldri fiskum kann hetta minna um ketumynstur. Hann hevur svart royggj.
Teinar: U 22-23.
Lýsing: Úlvfiskur er langur og smidligur fiskur. Hann hevur tvær strikur. Onnur er eftir miðjuni og hin niðast á síðuni. Tann ovara er ofta kám og ring at síggja. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin renna saman í ein spíss aftast, so at eingin stertur er. Hann hevur stórar, rundar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Roðsla er upp á nakkan, upp undir ryggfjøðurina og við uggafjaðrafestið. Av gronini aftur til fremra enda á gotfjøðurini er um 38-41% av heildarlongdini, og kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 12-14% av heildarlongdini. Høvdið er um 20% av heildarlongdini.
Eyðkenni: Hann er einasta úlvfiskaslag, ið ikki hevur skúvgarnar. Tær báðar strikurnar og tey ljósu bondini. Dimmi, reyðbrúni liturin.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Esmarks ålebrosme, en: Esmark’s eelpout, fr: Lycode de Esmarki, ís: Dílamjóri, no: Ulvefisk