Skip to main content

Svalbarðsgás

Svalbarðsgásin (lat. Anser brachyrhynchus (Bail); da. Kortnæbbet Gås) líkist korngás og grágás á liti, men er góðan mun minni. Nevið er stutt, svart í innara helmingi, reytt í ytra. Føturnir eru reyðir. Tær eiga í ómetiligum meingi norðuri á Svalbarði— og helst longur norðuri við. Um veturin eru tær í óføra stórum flokkum í Skotlandi og Onglandi, — so varnar, at tað er ikki meir enn hending at sleppa teimum nær.

Sera sjaldan vitast korngás og svalbarðsgás at vera sæddar í Føroyum. Ivaleyst eru tær tó ikki so heilt sjaldsamar. Flestallir menn kenna tær ikki frá grágás, sjálvt um teir hava tær í hondini; og sjálvt teir fuglakønu kunna ikki kenna tær, uttan teir koma teimum nøkurlunda nær.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.