Rudisar vísa
CCF 167 B
TSB B 8
1 Inn kemur Steffan og sigur frá:
- enn tað síggi eg av sonnum -
“Eg síggi sól á himli og stjørnu hjá.
- Med øllum Guds helganna monnum.
2 Eg síggi sól á himli og stjørnan ein,
mætur er tann kongurin, borin er í heim.”
3 Rudis hann talar til sveinar tvá:
“Tit takið mær Steffan og leggið band á!
4 Tit bindið mær Steffans hond og fót,
vita um tann konungurin ræður honum bót!
5 Stingið mær Steffans eygun út,
vitið um so konungurin ræður honum bót!”
6 Teir stungu Steffans eygun út,
men mætur var tann konungurin, honum ráddi bót.
7 Í tríati stykki varð hanin skorin,
so varð hann inn fyri Rudis borin.
8 “Tá skyldi eg trúð á Steffans tala,
hevði saman runnið hanin og farið og galið.
9 Tá skyldi eg trúð á Steffans orð,
saman hevði runnið hanin og flogið yvir borð.”
10 Rudis hann sat og sá hará,
at saman førdist hanin, á diskinum lá.
11 Hanin hann settist á reyðargullstól,
hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól.
12 Rudis hann talar til sveinar tvá:
“Leggið mær saðil á gangara grá!
13 Leggið mær saðil á gangara ein,
nú skal eg sjálvur ríða í Betlaheim!”
14 Rudis hann átti ein rumpuhvítan hest,
so reið hann til Betlaheim, sum hann kundi best.
15 Rudis hann heim í garðin fór,
úti jomfrú Maria fyri honum stóð.
16 “Ver vælkomin, Rudis, higar til mín,
hvat heldur vilt tú drekka mjøðin ella vín?”
17 “Tú tarvt einki, Maria, fagna mær,
eg vil hava tín son og negla á træ.
18 Tú tarvt einki, Maria, fagna os,
eg vil hava tín son til at negla í kross.”
19 “Vilt tú mín hin sæla son hava,
so mást tú fyrst til himla fara.”
20 Rudis hann skuldi til himla fara,
tólv Guds einglar teir ringdu honum av.
21 Rudis hann skuldi til himmals upp,
tólv Guds einglar teir ringdu honum burt.
22 Rudis hann stoyttist til jørðina niður,
- enn tað síggi eg av sonnum -
og øll hans *indur pá vinstru síðu niður.
- Med øllum Guds helganna monnum.
CCF 167 B
TSB B 8
Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 200.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 30. bind, s. 33.
Heimild: Úr Suðuroy: Elsebeth Poulsdatter, Elsebeth í Túni (1789-1859), Hvalba, f. í Trongisvági. Búði í Havn frá 1830. J. H. Schrøter skrivaði upp.