Skip to main content

Rudisar vísa

 

CCF 167 C

TSB B 8

 

1 Inn kemur Steffan og sigur ífrá:

- tað sigi eg av sonnum -

“Eg síggi sól á himli og stjørnuna hjá.

- Við øllum Guds helligu monnum.

 

2 Eg síggi sól á himli og stjørnuna hjá,

mætur er tann kongurin, ið føddur var í gjár.

 

3 Eg síggi sól á himli og stjørnuna eina,

mætur er tann kongurin, ið føddur er í heim.”

 

4 Tríati dúkar varð hanin á lagdur,

so varð hann inn fyri Ródus havdur.

 

5 Tríati dúkar varð hanin á skorin,

so varð hann inn fyri Ródus borin.

 

6 “Tá skuldi eg trúgvið sankta Steffans talu,

saman hevði runnið hanin og farið og galið.

 

7 Tá skuldi eg trúgvið sankta Steffans orð,

saman hevði runnið hanin og flogið yvir borð.”

 

8 Ródus stóð og sá har pá,

saman rann hanin, á diskinum lá.

 

9 Hann fleyg seg upp á reyðargullstól,

hann sló sínar veingir, fagurt hann gól.

 

10 Ródus bað saðla sær besta reið:

“Eg skal ríða til Betlaheim heim.”

 

11 Ródus heim í garðin fór,

úti jomfrú Maria fyri honum stóð.

 

12 “Ver vælkomin, Ródus, higar til mín,

drekk nú mjøð ella kláran vín!”

 

13 “Tú tarvt einki, Maria, fagna os,

eg vil hava tín son og nagla hann á kors.

 

14 Tú tarvt einki, Maria, fagna mær,

eg vil hava tín son og nagla hann á træ.”

 

15 “Viljið tær mín unga sonin hava,

upp til himmals muguð tær fara.”

 

16 Ródus hann átti ein rumpuhvítan hest,

hann reið til himmals, sum hann kundi best.

 

17 Ródus hann skuldi til himmals fara,

tólv Guds einglar teir stoyttu hann haðan.

 

18 Ródus hann stoyttist á jørðina niður,

allir hansara medbrøður tóku honum við.

 

19 Allir hansara medbrøður tóku honum við,

- tað sigi eg av sonnum -

og øll hansara *indur fóru vinstrumegin niður.

- Við øllum Guds helligu monnum.

 

CCF 167 C

TSB B 8

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 201.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 30. bind, s. 35.

 

Heimild: Úr Sandoy: Antonius Hansen (1814-1893), Húsavík, 1874.