Skip to main content

Aldrias táttur (Annar Høgna táttur)

 

homework help for kindergarten table of contents in research paper business plan for pharmacyCCF 1 G IV

TSB E 38

 

368 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar sínar,

til at hennara stundir leið,

hon føðir ein son so fríðan.

 

369 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar taldar,

til at hennara stundir leið,

hon føðir ein svein so boldan.

 

370 Tað var tá, sum ofta er, 

duld er dupul mein, 

frúgvin var gingin í høgaloft, 

hon føðir ein ungan svein.

 

371 Tað var tá, sum ofta er, 

duld er dupul huga, 

frúgvin er gingin í høgaloft, 

hon føðir ein son so prúðan.

 

372 Sveipar hon hann í klæðini rein, 

tá ið hann kom í heim, 

Høgna biður hon kalla hann, 

tann geviliga svein.

 

373 Sveipar hon hann í klæðini rein,

væl skal ungan fagna,

síðani varð hann presti borin,

Høgna bað hann kallast.

 

374 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur til móður sína,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

375 Barnið bleiv borið frá kirkju heim,

sett á móðurs knæ,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

376 Barnið varð borið frá kirkju heim,

sett á móðurs fang,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í land.

 

377 Meiri læt hon røkta hann 

enn alt sítt gull og fæ, 

áðrenn hann á gólvi gekk, 

sleit hann skarlaksklæði.

 

378 Sótu tær inni í mánað, 

og sótu tær inni í tvá. 

“Hoyr tú, unga jalsdóttir, 

tú skalt fyrst út gá!”

 

379 Til svaraði unga jalsdóttir, 

tó má hon tað valda: 

“Tú bert hægru æruna, 

tú skalt fyrst út ganga!”

 

380 Hon átti sær ein ungan son, 

Guðrun vil honum sút, 

hon var seg í øllum klók, 

hon gekk seinni út.

 

381 Hon átti sær ein ungan son, 

Guðrun vil hann pína, 

hon tók hennara onkabarn 

og legði í vøggu sína.

 

382 Tað var Guðrun Júkadóttir, 

voldi sær meiri harm, 

tað vil eg fyri sannheit siga, 

hon drap sítt egna barn.

 

383 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vekst,

meiri vaks hann í eitt ár

enn onnur børn í seks.

 

384 Hann vóks upp hjá síni móður,

bæði førur og stór,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur børn í tólv.

 

385 Hann vóks upp í ríkinum,

sýntist ikki um longur,

til hann gjørdist í høggum tungur,

at berjast við kongins dreingir.

 

386 Hann var seg á leikvøllinum 

burtur blant aðrar sveinar, 

hvør tann tíð teir reiðir vóru, 

stóðst hans stríð í meini.

 

387 Hann var seg á leikvøllinum 

burtur blant aðrar dreingir, 

hvør tann tíð teir reiðir vóru, 

stóðst hans stríð í meingi.

 

388 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær faðir at hevna,

enn berjast við os so stórur.”

 

389 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“Líkari var tær faðir at hevnt,

enn berjast os so sáran.”

 

390 Sveinurin kastar síni eygun

niður á døkka fold,

tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,

hann sortnaði sum mold.

 

391 Kastar hann svørð og herklæði, 

honum lystir ei longur at leika, 

hann gár for sína sæla móður 

við reyðar kinnar og bleikar.

 

392 “Hoyr tað, sæla móðir mín,

sig mær satt ífrá:

hvat var hann av navni nevndur,

sum mín faðir vá?

 

393 Hvat var hann av navni nevndur,

ið mín faðir vá?

Fell hann fyri hvassa svørð,

ella doyði á strá?”

 

394 “Eg kann ikki sannari

siga tær frá:

Artala kongur í Húnalandi

hann tín faðir vá.

 

395 Artala kongur í Húnalandi

hann tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av honum fár.”

 

396 Høgni svaraði sínari móður,

alt hvat sum hann kann:

“Oftum hevur vaksið ungur hvølpur

við hvøssum tennur í rann.”

 

397 Høgni svaraði sínari móður,

alt hvat sum hann kundi:

“Oftum hevur vaksið ungur hvølpur

við hvøssum tenn í munni.”

 

398 Hon veik seg at kistuni,

sum nógv var gullið inni:

“Her skalt tú síggja tey merki stór

til tín faðir at vinna.”

 

399 Hon veik seg at kistuni,

sum nógv var gull og fæ,

hon tók upp hans faðirs skjúrtu,

kastar honum á knæ.

 

400 “Hoyr tú tað, mín sæli sonur,

tær kann einki bella,

tú skalt fáa svørðið tað,

sum faðir tín søkti úr fjalli.

 

401 Tak nú hetta reyðargull 

og bint um tínar lendar, 

tað kann læsa lásir upp, 

tú mást hetta væl erindra.

 

402 Eg gevi tær bæði gull og silvur 

og mangar ringar reyðar, 

tak nú við, mín sæli sonur, 

tú hevna tín faðirs deyða!”

 

403 Sveinur var ungur á aldrinum, 

hann skuldi ljósið skara, 

hann brendi seg í fótablaðið, 

hann tók tað ei í vara.

 

404 Sveinur var ungur á aldrinum, 

hann skuldi skara ljós, 

hann brendi seg í fótablaðið 

niður á hallargólv.

 

405 Til svaraði Artala kongur,

niður at brósti rennur:

“Hvat hugsar sveinur so djúpt,

hann gáar ei, hvat ið hann brennir?”

 

406 “Tað hugsi eg, harri mín, 

at tú hevur nógvan eyð 

til at fáa Artala kong 

at tiggja vatn og breyð.”

 

407 “Bæði havi eg gull og silvur,

og hartil havi eg eyð,

tað verður ikki á mínari ævi,

eg tiggi vatn og breyð.”

 

408 Árla var um morgunin,

sólin roðar í ský:

“Vilt tú nakað fylgja mær

ígjøgnum grønan líð?”

 

409 Svaraði Høgni Høgnason,

mælir so fyri sær:

“Vilt tú nakað, Artala kongur,

til at fylgja mær?”

 

410 Til svaraði Artala kongur 

somu morgunstund: 

“Gjarna vil eg fylgja tær 

ígjøgnum grønan lund.”

 

411 Til svaraði Artala kongur, 

mælir so fyri sær: 

“Gjarna vil eg, Høgni ungi, 

til at fylgja tær.”

 

412 Riðu teir í skógin burt,

myrkt var teim fyri eygum,

funnu upp á gullhúsið tað,

sum lagt var við brondum beygum.

 

413 Til svaraði Artala kongur, 

tað má hann tá valda: 

“Hoyr tú, Høgni Høgnason, 

tú skalt fyrst inn ganga.”

 

414 Til svaraði Høgni Høgnason,

tað má hann tá valda:

“Tú bert hægri æruna,

tú skalt fyrst inn ganga.”

 

415 Tað var reysti Artala kongur,

var settur virðin full,

hann sá inn í húsið tað,

sum fult var inni av gull.

 

416 Tað var reysti Artala kongur,

inn í húsið sá,

Høgni smelti hurðina í lás

og rýmdi burtur frá.

 

417 Høgni smelti hurðina í lás, 

sigist úr kongins veldi, 

hann kom ikki á teirri gátt 

fyrr enn triðja dagin at kvøldi.

 

418 “Bæði hevur tú gull og fæ, 

og hartil hevur tú eyð, 

vilt tú nakað, Artala kongur, 

tiggja vatn og breyð?”

 

CCF 1 G IV

TSB E 38

 

Handrit: Savn Reventlows Ny kgl. Saml.  1928, fol. Nr. 6.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 187. (Pentað sum framhald av Høgna tátti s. 182)

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 64

 

Heimild: Savn Reventlows