Skip to main content

Ragnarlykkja - Viljorms kvæði

 

CCF 12 D

TSB E 81

 

1 Kristin eitur Viljorms brúður,

henni kom barn á hand,

føddist ikki mætari kona

í øllum Noregis land.

 

2 “Leingi skalt tú, Viljorm jall,

eyka meg við ta trá,

ikki tú ríður í ókunn lond,

javngott vív at fá.”

 

3 “Hvar veitst tú í øðrum londum

so væna vív,

at mær sámir til frillu

eina aftantíð?”

 

4 Girtlands kongur dóttur eigur,

væna og so fríða,

hon kemur ikki sól at sjá

fyrr enn jóladag um tíð.”

 

5 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

har streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.”

 

6 So letur hann Viljorm jallur

byggja skipini síni,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

7 So letur hann Viljorm jallur

byggja skipini stór,

bæð letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

8 Vundu upp síni silkisegl,

byrin honum veks,

sigla so til Girtlanda,

hann telur um dagar seks.

 

9 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Viljorm jall

sínum fótum á land.

 

10 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

11 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Girtlands kongur við borðið sat

við *manna hundrað fimm.

 

12 Viljorm stendur á hallargólvi,

í forðum var sá siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

13 Viljorm stendur á hallargólvi

væl í góðum tíma:

“Sit væl, reystur Girtlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

CCF 12 D

TSB E 81

 

Handrit: Schrøters Blandinger, Hammershaimbs Sammlung (Føroya Landsbókasavn, Tórshavn) Nr. 5, aufgezeichnet von J. H. Schrøter.)

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 360.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 141

 

Heimild: Úr Suðuroy. Jóhan Hendrik Schrøter  (1771-1851), Hvalba.