Skip to main content

Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði

 

buy autodesk autocad 2010 price autodesk nigeria autocad 3d blocks autodesk inventor 10 downloaden prices for autocad 2009 corel painter ix.5 oem cheap autocad 2010 buy oem autodesk autocad lt 2008CCF 12Ab

TSB E 81 (ør. 1-27)

TSB E 41 (ør. 28-68)

 

1 Kristin eitur Viljorms systir,

henni kom barn á hond,

føddist ikki frægari

í øll suðurlond.

 

            Nú fellur ríman

            yvir tann breiða fjørð,

            har liggur ein bóndi

            deyður og døkkur í jørð.

            Nú fellur ríman.

 

2 Tað var Kristin, Viljorms systir,

sveipar at sær lín,

so gekk hon í høgaloft

fyri bróður sín Viljorm inn.

 

3 “Hoyr tað, mín hin sæli bróðir,

eg beri fyri tær trega,

hví fert tú ikki um londini

tær eina vív at biðja?”

 

4 “Hvar veitst tú í hesum landi

so vælborið sprund,

mær er sámi at sova hjá

eina kvøldstund?”

 

5 “Hoyr tað, mín hin sæli bróðir,

líka tað ikki illa!

Tað er so mangt eitt góðsmans barn,

ið ikki vil vera tín frilla.”

 

6 “Hvar veitst tú í øðrum londum

mær ta moy so mæta,

bæði er klók og kunsturlig

til landa og góðs at gæta?”

 

7 “Eg kann einki sannari

siga tær ífrá:

hevur tú hoyrt, at Girtlands kongur

væna dóttur ár?

 

8 Hevur tú hoyrt, at Girtlands kongur

væna dóttur ár?

Tað tókti mær vera sámiligt,

kundi tú hana fá.”

 

9 “Er hon so vøn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av, ið má.”

 

10 So letur hann Viljormur

síni skipini byggja,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

11 Vant hann upp síni silkisegl

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Girtlands vág.

 

12 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Viljormur

sínum fótum á land.

 

13 Viljormur gekk frá strondum niðan,

í hørðum var hann klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

var fyri ongum ræddur.

 

14 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

15 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Girtlands kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

16 Viljormur gekk í hallina inn,

ið áður var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

17 Viljormur gekk í hallina inn,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Girtlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

18 Leingi tagdi Girtlands kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvøssu hann skuldi Viljormi

eitt hániligt andsvar fá.

 

19 “Tað er ikki tann riddari

sunnan úr Lokans lund,

ikki kemur til Girtlanda

at biðja sær sprund.

 

20 Tað er ikki tann riddari

sunnan úr Lokans landi,

ikki kemur til Girtlanda

at biðja sær vív til handa.”

 

21 Viljormur stendur á hallargólvi,

slær so upp við gavni:

“Hesin sami riddarin

tykist vera tín javni.”

 

22 Upp leyp reystur Girtlands kongur,

hevði so lættan fót,

setti stongil fyri hallardyr,

so eingin náddi út.

 

23 Bardust teir tá innanhallar,

vendu bøkum saman,

hvør ið sá á teirra leik,

av bar barnagaman.

 

24 Hvør ið sá á teirra leik,

av dró barnagaman,

eldur reyk av svørðunum,

tá eggjar bóru saman.

 

25 Bardust teir tá innanhallar,

tað var meiri vandi,

sundur gekk Viljorms góða svørð

millum hans tveggja handa.

 

26 Frættast mátti av hallini út,

hvat hann vá við knívi,

hundrað heilt og hartil hálvt,

tóku so drong av lívi.

 

27 Mangur livir í ríkinum

bæði við sorg og sút,

tað var Hergeir, Viljorms son,

hann frætti til Írlands út.

 

28 Tað var Kristin, Viljorms systir,

sveipar at sær skinn,

so gekk hon í høgaloft

fyri Hergeir, son sín, inn.

 

29 Svaraði Kristin, Viljorms systir,

vavd í hvíta lín:

“Nær skalt tú til Girtlanda

at hevna faðir tín?”

 

30 “Mín hin sæla faðirsystir,

tú kanst mítt mál væl skilja,

eigi hvørki vinir ei frændur,

mær til Girtlands fylgja.”

 

31 “Tað eru ikki ein ella tveir,”

Kristin ræður at svara,

“heiti eg á mínar fornu vinir,

teir ungu lati eg fara.

 

32 Tað eru ikki ein ella tveir,

staddir í tí verki,

Sjúrður og snarpi Nornagestur,

Brandur og Virgar sterki.”

 

33 Gingu teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir drógu knørr úr neysti.

 

34 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykaðu ei á bunka niður

fyrr enn við Girtland.

 

35 Tað var ein tann smalumaður,

goymdi at síni geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vildi leita.

 

36 Sveinur rekur smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

37 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

38 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

39 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

tað er Hergeiri, Viljorms son,

at hevna faðir sín.”

 

40 Svaraði tann hin lítli svein,

gull bar seg á hond:

“Eg man kenna merki teirra,

teir eru av kristin landi.

 

41 Sjúrðar merki er gult og blátt,

við tað virðin full,

tað skyggir so høgt á glæstriborg,

glógvar sum reyðargull.

 

42 Virgars merki er reytt og hvítt,

gerst mín ríma long,

tað skrivar so mong ein føgur kempa,

gull við vovin tong.”

 

43 Tað var reystur Girtlands kongur,

ræður so orðum svara:

“Nú er at samla liðið mítt,

ímóti teim at fara.”

 

44 Ragnarlykkja úr fjalli kom

við sítt skeggið hvíta,

átjan alin var hansara ryggur,

ógvuligur at líta.

 

45 Ragnarlykkja fyri kongi stendur,

kneppir um svørðið langa:

“Tað kemur eingin so reystur í dag,

ið ikki skal aftur ganga.”

 

46 Har kom mangur maður saman,

mong ein kempa vánd,

har kom Tórir í Trøllabotni

við hamar og tong í hond.

 

47 Har kom mangur maður saman

undir kongins hond,

har komu teir jøtnir tólv

niðan frá Lurkustrond.

 

48 Har kom mangur maður saman,

mangur illur púki,

har kom kongins systurson,

bar sína høvur á búki.

 

49 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

50 Fyrstur stígur Hergeiri

sínum fótum á land,

Sjúrður og snarpi Nornagestur

undir hans hvørji hond.

 

51 Árla var um morgunin,

roðaði fyri sól,

tá hevði reystur Girtlands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

52 Virgar tokar í herin fram

av so miklari reiði,

møtti honum vánda Ragnarlykkja,

hann vendi aftur í teirri.

 

53 Tað er enn sum oftan er,

mangur er illa greiddur,

tí læt Virgar aftur venda,

hann var av sorgum reiddur.

 

54 Brandur tokar í herin fram,

heldur um dýran enda,

møtti honum vánda Ragnarlykkja,

aftur læt hann venda.

 

55 Tað var hin snarpi Nornagestur,

vildi ei undan flýggja,

setir niður á Sjúrðar høvur

trinnar hjálmar nýggjar.

 

56 Sjúrður tokar í herin fram

við so miklari reiði,

møtti honum vánda Ragnarlykkja,

hann vendi ikki aftur í teirri.

 

57 Ragnarlykkja svørðið brá,

fátt mundi reystum tálma,

hann kleyv niður av Sjúrðar høvdi

trinnar gyltar hjálmar.

 

58 Tað var vánda Ragnarlykkja,

fyri kongi stendur:

“Hann kemur eingin so reystur í dag,

ið ikki skal aftur venda.”

 

59 Tað var hin snarpi Nornagestur,

vildi ei undan flýggja,

setir niður á Sjúrðar høvur

aðrar hjálmar nýggjar.

 

60 Sjúrður høgg so grimmliga,

øllum tókti undur,

hann høgg vándu Ragnarlykkju

av í kníggjum sundur.

 

61 Tað var hin vánda Ragnarlykkja,

læt ikki á sær finna,

stubbarnar setti hann niður í jørð,

og bardist ikki minni.

 

62 “Tað søgdu mær so mangir menn,

eg bar høvur hægri,

nú má eg á stubbum ganga,

nú eri eg ein mun lægri.”

 

63 Sjúrður høgg so grimmliga,

av bar barnagaman,

við hvørt høgg, hann sundur høgg,

við hvørt rann hann saman.

 

64 Svaraði snarpi Nornagestur:

“Slíkt er mikið undur,

berið ímillum stokk og stein,

og førið hann víðan sundur!”

 

65 So reið hann Hergeiri, Viljorms son,

drístiliga fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

66 Klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð tá Girtlands kongur

við sín triðja mann.

 

67 Tað var Hergeiri, Viljorms son,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Girtlands kong

sundur í lutir tvá.

 

68 Síðan ríða ríkir frændur

gjøgnum grøna lund,

hvørki gól tá eftir teimum

heykur ella hund.

 

            Nú fellur ríman

            yvir tann breiða fjørð,

            har liggur ein bóndi

            deyður og døkkur í jørð.

            Nú fellur ríman.

 

 

CCF 12Ab

TSB E 81 (ør. 1-27)

TSB E 41 (ør. 28-68)

 

Handrit: Savn N. Nolsøes, 1842, FLB F IV vol. II, Nr. 78, s. 165.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 346.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 107

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1842.