Hjálmar og Angantýr
CCF 15 B
TSB E 89
1 Bóndin í høgu oynni býr,
- vælbornir menn -
ellivu eigur hann synir dýr.
Arngríms synir av Blálondum
berjast á Samsoy.
2 Ellivu eigur hann synir dýr,
tólvti er kappin Angantýr.
3 Angantýr fekk tað frætt í há,
bóndin væna dóttur á.
4 Angantýr letur byggja skeið,
hon var ei til ferðar sein.
5 Hjálmar fekk at frætta í há,
bóndin væna dóttur ár.
6 Hjálmar letur byggja skeið,
hon var ei til ferðar sein.
7 Vinda teir segl í húnar hátt,
so væl teir trúgva á sín mátt.
8 Teir kasta akker á hvítan sand,
Angantýr loypur so tungur á land.
9 Angantýr loypur so tungur á land,
upp til kníggja niður í sand.
10 “Eg dragi mína hosu av mítt bein,
tann væna skal ei frætta heim.”
11 Hjálmar leyp so lættur á land,
ikki merkti spor í sand.
12 Í grasagarði aksla teir síni skinn,
og ganga so fyri bóndan heim.
13 Tá ið Hjálmar steig fyri borð,
Angantýr bað upp bønarorð.
14 “Væl siti tú bóndin og drekki vín,
gev mær væna dóttur tína.”
15 Bóndin tykist komin í vanda,
garpar tveir fyri borði standa.
16 “Vanda skjóti eg frá mær,
sjálv skal hin væna ráða sær.”
17 “Vanda skjýtur tú frá tær,
Hjálmar kappa kjósi eg mær.
18 Hjálmar kappa vil eg á,
hann er mær so vænur at sjá.
19 Angantýr er so ljótt eitt trøll,
so er hans fólk og ættin øll.”
20 “Bóndin, læna mær eggjatein,
vit farum báðir at berjast ein.
21 Bóndin, læna mær hvassan knív,
vit farum báðir at lata lív.”
22 Teir bardust út av teirri høll,
Angantýr letur sum eitt trøll.
23 Teir bardust fram í eini á,
ymsir undir og ymsir á.
24 Ymsir undir og ymsir á,
- vælbornir menn -
deyðin fell á báðar tá.
Arngríms synir á Blálondum
berjast á Samsoy.
CCF 15 B
TSB E 89
Handrit: Savn N. Nolsøes. FLB F IV vol. III, Nr. 102, s. 77.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 400.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 101
Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn.