Skip to main content

Hjálmar og Angantýr

 

CCF 15 C

TSB E 89

 

1 Bóndin uppi í eikini býr,

           - vælbornir menn -

hann eigur ellivu synir dýr.

           Arngríms synir av Blálondum

           berjast við Samsoy.

 

2 Hann eigur ellivu synir dýr,

bæði Hjálmar  kappan og Angantýr.

 

3. Dreingir byggja eina skeið,

hon er ikki til ferðar sein.

 

4. Teir vinda segl í húnar hátt,

teir trúgva so væl upp á sín mátt.

 

5 Kastaðu akker á hvítan sand,

fyrstur steig Hjálmar sínum fóti á land.

 

6 Kastaðu akker á hvítan sand,

fyrstur steig Angantýr fótum á land.

 

7. Fyrstu steig Angantýr fótum á land

upp til kníggja niður í sand

 

8 “Eg dragi hosu av mítt bein,

lat ikki hina vænu  frætta tað heim.”

 

9 Mitt út í garðinum aksla teir sítt skinn,

so ganga teir fyri bóndan inn.

 

10 “Her situr tú bóndin og drekkur vín,

gev mær hina væua dóttur tína.”

 

11. Tá ið Hjálmar steig yvir borð,

tá bar Angantýr upp bønarorð.

 

12. “Her situr tú bóndin og drekkur vín,

gev mær hina vænu dóttur tína.”

 

13 Bóndin tykist vera komin í vanda,

garpar tveir fyri borði standa.

 

14 “Vandan skjóti eg burtur frá mær,

sjálv skal hin væna ráða sær.”

 

15 “Skjýtur tú vandan burtur frá tær,

Hjálmar kappan kjósi eg mær.

 

16 Hjálmar kappan vil eg á,

tí hann er so vænur av øllum at sjá.”

 

17 “Bóndin, læna mær eggjatein,

vit førum báðir at berjast heim.

 

18 Bóndin, læna mær skarpan knív,

vit førum báðir at láta lív.”

 

19 Teir bardust fram við eina høll,

teir lótu í verri enn nøkur trøll.

 

20 Teir bardust fram við eina á,

ymsir undir og ymsir á.

 

21 Ymsir undir og ymsir á,

           - vælbornir menn -

deyðir lógu teir báðir tá.

           Arngríms synir á Blálondum

berjast á Samsoy.

 

CCF 15 C

TSB E 89

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855.

 

Útgávur:  

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder II”, 1855 s. 12

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 401.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 103

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági, 1855.