Skip to main content

Ormar Tóraldssons kvæði

 

CCF 24 B

TSB E 118

 

1 Viljið tær lýða og ljóð geva mær,

meðan eg flyti fram,

Tórald nevni eg høvdingin,

ið ræður fyri tí land.

 

          Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

          hansara segl er silkireytt;

          Ormurin rennur,

og árar leika við tolli.

 

2 Átt hevur hann ein ungan son,

gott er at taka til evna,

hann er bæði vænur og vitur,

Ormar skulu vit nevna.

 

3 Tað var um ein halgan dag,

sólin skín so víða,

Tóraldur at kirkju reið,

hann fangaði helsótt stríða.

 

4 Tóraldur talar til sveinarnar

tógva ella tvá:

“Heintið mær Ormar, son mín,

nú vil eg hann sjá!”

 

5 Sveinur var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar

hagar á teir leikvøllir,

sum Ormar fyri var.

 

6 “Hoyr tú, Ormar Tóraldsson,

skjót tann leik av hendi,

gakk fram fyri faðir tín,

meðan hann teg kennir!”

 

7 Svaraði Ormar Tóraldsson,

skeyt tann leik av hendi:

“Heilur var mín sæli faðir,

tá eg á skógvin rendi.”

 

8 Inn kom Ormar Tóraldsson,

fell pá síni knæ:

“Krist signi teg, mín sæli faðir,

hvat viljið tær mær?”

 

9 “Hoyr tú, Ormar, sonur mín,

hvar stendur tín ferð?

Ólavur kongur av Noregi

so væl man við teg verða.

 

10 Hvør tann bøn, ið hann teg biður,

hon skal vera ja,

men leggja árar á Ormin langa,

far tú ikki tað!

 

11 Leggja árar á Ormin langa,

far tú ikki tað,

tí kongurin heilur til himmals fer,

men dreingir søkka í kav!

 

12 Men hoyr tú Ormar, sonur mín,

tað mæli eg um minni,

legg teg heldur for helli Dols,

gríp tann greppin inni!

 

13 Hvat heldur tú ert í víggi staddur

ella í høviskum talvi,

annar heldur enn sjálvur tú

skal rósa tínum alvi.

 

14 Hvat heldur tú ert í víggi staddur

ella í tungum stríði,

annar heldur enn sjálvur tú

skal rósa tínum lívi.”

 

15 Mánadagin í fjórðu viku

helt hann út í hav,

hann kom ikki aftur til landanna

fyrr enn sankta Mikals dag.

 

16 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

17 Føgur var tann snekkjan,

ið kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á tann hvíta sand.

 

18 Læt hann síni akker falla

á tann hvíta sand,

eina steig Ormar Tóraldsson

sínum fótum á land.

 

19 Eina steig Ormar Tóraldsson

sínum fótum á land,

sló hann sínar tjaldbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

20 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

21 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ólavur kongur yvir borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

22 Kongurin stendur for breiða borði,

mong eru dømin ónd:

“Hvaðan er hesi fremmindi maður,

og hvar byggir hann land?”

 

23 Tí svaraði Ormar sterki,

smílist undir lín:

“Tóraldur av Herðarholt

var sannur faðir mín.”

 

24 Kongurin talar til sínar menn,

biður teir allar tiga:

“Fyrst er at geva manni mat

og síðani tíðindi spyrja.”

 

25 Kongurin talar til Einar unga:

“Stíg um borðið fram,

lat hann sita, ið komin er,

tí eldri sýnist hann!”

 

26 Kongurin talar til Einar unga:

“Stíg um borðið fram,

lat hann sita, ið komin er,

tí úlvur er ókend mann!”

 

27 Einar sprakk um borðið fram

bæði av ilsku og vreiði,

manga dýra nossugávu

breyt hann sundur í teirri.

 

28 Einar sprakk um borðið fram,

vreiður var hann tá,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi lá.

 

29 Kongurin stendur for breiða borði,

ljómin av honum skín:

“Hvat skulu vit til skemtan hava,

hesi jólini líða?”

 

30 Svaraði Jákup erkubisp,

smílist undir lín:

“Tað er siður í vára ríki

at halda jólaglímur.”

 

31 Bardust teir á hallargólvi,

so er greint fyri mær,

eingin stóð mót Ormari meir

enn eina syftu ella tvær.

 

32 Bardust teir á hallargólvi,

av dró barnagaman,

møtti honum Einar Tambarskelvi,

tá bar báðum saman.

 

33 Bardust teir á hallargólvi,

so er greint fyri mær,

Einar stóð mót Ormari væl

fullar syftur tvær.

 

34 Bardust teir á hallargólvi,

mátturin við teim veks,

Einar stóð mót Ormari væl

fullar syftur seks.

 

35 Bardust teir á hallargólvi,

er mær á tí hól,

Einar stóð mót Ormari

í fullar syftur tólv.

 

36 Bardust teir á hallargólvi,

slíkt mugu kempur kalla,

Einar fór til jarðar niður,

annar mátti falla.

 

37 “Er hann nakar av mínum monnum,

Einari kennir háð,

hann skal hanga við hægsta træ,

av rótum renna má.

 

38 Er hann nakar av mínum monnum,

Einari skomm til kennir,

hann skal hanga við hægsta træ,

frá rótini upp rennur.”

 

39 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk til borð,

so var sagt, at Ormar beiddi

Einar fyrst til orð.

 

40 Kongurin kemur inn árla morgun,

fell so væl í lag:

“Leggja árar á Ormi langa

skulu tit fara í dag.”

 

41 Svaraði Ormar Tóraldsson,

fell pá síni knæ:

“Hvørja bøn, ið tú meg biður,

hon skal vera ja.

 

42 Men leggja árar á Ormin langa

fari eg ikki í dag,

tí kongurin heilur til himmals fer,

men dreingir søkka í kav.

 

43 Men hoyr tað, kongurin, harri mín,

tað mæli eg um minni,

leggið os heldur for helli Dols,

og grípið tann greppin inni!”

 

44 Drógu teir knørr úr neysti oman,

eina forgylta skeið,

teir vundu segl í homborð hátt,

tá rann knørrur leið.

 

45 Ólavur kongur Tryggason

siglir norð fyri landi,

hann hevur skeiðað á skamri stund

so mongum bitra brandi.

 

46 Hellið sóu teir undan koma

undan tí fjalli langa,

sóu ein so grimman risa

for hellisdurum standa.

 

47 Hellið sóu teir undan koma

undan tí fjalli háa,

sóu ein so griman risa

for hellisdurum stá.

 

48 Dolli tók sín jarnnakka,

út á sjógvin knógvar,

Ólavur læt tá eftir honum

bæði sigla og rógva.

 

49 Kongurin skeyt sín búgvin brand

í høgri helliskinn,

heitti hann á sannan Gud,

tá fór Dolli inn.

 

50 Kastaði síni akker

á so hvítan sand,

tað var Ormar Tóraldsson,

hann steig tá fyrst á land.

 

51 Tí svaraði Ólavur kongur,

mælir í fyrsta sinni:

“Hvør skal fara til hallar niðan

at grípa tann greppin inni?”

 

52 Svaraði Ormar Tóraldsson,

mælir á tungu inni:

“Eg skal fara for hellisdyr

at grípa tann greppin inni.

 

53 Falli eg fyri risanum,

verði her í vetur,

siglið aftur til landanna,

tí tað er tygum betur.”

 

54 Ormar gekk frá strondum niðan,

ætlaði sær til stríð,

*esping undir hendi á sær,

tí vøtnini vóru víð.

 

55 Ormar gekk frá strondum niðan,

var ikki kunnig leið,

*esping undir hendi á sær,

tí vøtnini vóru breið.

 

56 Tað var Ormar Tóraldsson,

inn í hellið sá,

har náddi ikki uttan menskur maður

upp, sum Dolli lá.

 

57 Tað var Ormar Tóraldsson,

inn í hellið hyggur,

har náddi ikki uttan menskur maður

upp, sum Dolli liggur.

 

58 “Liggur tú á tínum báðum eygunum,

tveimum ella trimum,

her eru menn frá Ólavi kongi

at grípa teg greppin inni.”

 

59 Tí svaraði Dolli,

mong eru dømin ónd:

“Hvaðan er hesin mikli maður,      

hvar byggir hann land?”

 

60 Tá svaraði Ormar sterki,

smílist undir lín:

“Tóraldur á Herðarholt

var sannur faðir mín.”

 

61 Tí svaraði Ormar sterki,

smílist undir lín:

“Hevur tú ikki hoyrt, at Ásbjørn

hann var bróðir mín?”

 

62 Bardust teir á hellisgólvi

bæði vreiðir og grammir,

so fullu fjøll for fótum teirra

sum teir høvdu troðið í dammi.

 

63 Bardust teir á hallargólvi

bæði av grimd og vreiði,

traðkaðu teir so hellisgólv,

sum tað var bleyta leiur.

 

64 Bardust teir á hellisgólvi,

Ormur komst á knæ:

“Gud og signaður Ólavur kongur

dugnað vitið mær!”

 

65 So var sagt, at Ormar sterki

mikla megi fekk,

hann varpaði Dolla á hallargólv,

hálsur av liði gekk.

 

66 Dolli skar so sára við,

tá hann gav upp ond,

tað hoyrdi signaður Ólavur kongur

niður til sjóvarstrond.

 

67 Svaraði fyrsti av kongins monnum,

svór á síni trú:

“Siglið aftur til landanna,

tí deyður er Ormar nú!”

 

68 “Hatta var ikki feig mans reyst,

hoyrdi eg á hesum bragdi,

signað verði móðirin,

matin í munnin lagdi!

 

69 Hatta var ikki feig mans reyst,

eg hoyrdi á hesum bragði,

signað verði móðirin,

matin í munnin legði!”

 

70 Vogið fekk hann Dolla

við sínum slíðraknívi,

síðan tjenti hann Ólavi kong,

meðan hann var á lívi.

 

71 Kongurin liggur á skipinum,

leingist honum at bíða,

nú sær hann Ormar Tóraldsson

oman úr fjalli ríða.

 

72 Tað var Ormar Tóraldsson,

skeyt tann leik av hendi:

“Harra, her eru gávurnar,

sum Dolli tygum sendi.”

 

73 Kongurin stendur á bunkanum,

reyðargull bar á hendi:

“Síðst mundi hann Dolli

senda mær skeinkin henda.”

 

74 Kongurin stendur á bunkanum,

ljómin av honuni skín:

“Tak við kristnari trúgv av mær,

eg gevi tær systur mína!”

 

75 Tað var Ormar Tóraldsson,

leit seg upp mót fjøllum:

“So manst tú at við øllum fara,

smækkast vørild øll.

 

76 Eg taki ikki við kristnari trúgv,

tað geri eg treyður,

eg skoyti ikki, hvat beinini tola,

síðan eg eri deyður.”

 

77 Ólavur kongur Tryggason

siglir suður for Ytra,

hann hevur skeiðað á skamri stund

so mangan brandin bitra.

 

78 Sigla teir til *Tróndheim norð,

svørð á hjálmi bresta,

tá var einki annað at gera

enn kongins systur at festa.

 

Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

          hansara segl er silkireytt;

          Ormurin rennur,

og árar leika við tolli.

 

CCF 24 B

TSB E 118

 

Handrit: Savnið hjá Hentze. Ny Kgl. Saml. 1954, 4to. Nr. 14, s. 75.

 

Útgávur: 

 

1. Eivind Weyhe: “Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819”, Fróðskapur 2011

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 501.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 18.

 

Heimild: Úr Sandoy. Johannes Clemmensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1819.