Ormar Tóraldssons kvæði
CCF 24 Ca
TSB 118
1 Vilja tit nú lýða á,
ljóð geva mær,
Tórald nevni eg høvdingin,
yvir tí landi ræður.
2 Átt hevur hann ein ungan son,
komin til góðar at evna,
hann er vænur og vøksturligur,
Ormar skulu vit nevna.
3 Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir reiðir vóru,
stóð teim stríð á meingi.
4 Tað var um ein halgan dag,
sólin skín so víða,
Tóraldur frá kirkju reið,
hann fangaði helsótt stríða.
5 Tóraldur heitir á sveinarnar,
tógva ella tríggjar:
“Heintið mær Ormar, sonin mín,
nú vil eg hann síggja!”
6 Hann var fimur á fótunum,
ið tey boðini bar,
hagar á teir leikvøllir,
sum Ormar fyri var.
7 “Hoyr tað, Ormar Tóraldsson,
lat ei leik at renna,
gakk fram fyri faðir tín,
vita um hann teg man kenna!”
8 Svaraði Ormar Tóraldsson,
hann skeyt tann leik av hendi:
“Heilur var mín sæli faðir,
tá eg á skógvin rendi.”
9 Inn kom Ormar Tóraldsson,
hann fell pá síni knæ:
“Krist signi teg, mín sæli faðir,
hvat viljið tær mær?”
10 “Hoyr tað, Ormar, sonur mín,
hvar stendur tín ferð?
Yvrið veit eg ætlaran,
tú hevur í ráðagerð.
11 Yvrið veit eg ætlaran,
tú hevur í ráðagerð,
Ólavur kongur av Noregi
so væl man við teg verða.
12 Hvør tann bøn, ið hann teg biður,
hon skal vera ja,
men leggja árar á Ormin langa,
far tú ikki tað!
13 Leggja árar á Ormin langa,
far tú ikki tað,
kongurin heilur til himmals fer,
men dreingir søkka í kav!
14 Hoyr tað Ormar, sonur mín,
tað mæli eg um minni,
legg tær heldur for helli Dols,
gríp tann greppin inni!
15 Hvat heldur tú verður í víggi staddur
ella í búnum talvi,
annar heldur enn sjálvur tú
skal rósa tínum alvi.
16 Hvat heldur tú verður í víggi staddur
ella í tungum stríði,
annar heldur, enn sjálvur tú,
skal rósa tínum lívi.”
17 Mánadagin í páskaviku
helt hann út í hav,
hann kom ikki heim til landanna
fyrr enn sankta Mikkjals dag.
18 Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.
19 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
20 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Ormar Tóraldsson
sínum fótum á land.
21 Fyrst steig Ormar Tóraldsson
sínum fótum á land,
so hann Ásmundur, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
22 So hann Ásmundur, bróðir hans,
undir hans høgru hand,
slógu sínar herbúðir
skamt frá sjóvarstrand.
23 Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
24 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Ólavur kongur for borði sat
við monnum hundrað fimm.
25 Kongurin situr for breiða borði,
gull ber seg á hand:
“Hvussu eitur tú mikli maður,
hvaðan ert tú av land?”
26 Ormar so til orða tekur,
smílist undir lín:
“Tóraldur av Harðarholt
var sannur faðir mín.”
27 Kongurin so til orða tekur,
letur so orðum byrja:
“Fyrst er at geva manni mat
og síðani tíðindi spyrja.”
28 Kongurin talar til Einar unga:
“Stíg um borðið fram,
lat hann sita, ið komin er,
tí eldri sýnist hann!
29 Lat hann sita, ið komin er,
tí eldri sýnist hann,
tað er í øllum lutum satt,
at úlvur er ókend mann!”
30 Einar sprakk um borðið fram
bæði av ilsku og reiði,
manga dýra nýtslugávu
breyt hann sundur í teirri.
31 Einar sprakk um borðið fram,
kappin tann hin mæti,
triði maður frá konginum
Ormar gekk í sæti.
32 Kongurin situr í hásæti,
ljómin skín so víða:
“Hvat skulu vit til skemtan hava,
hesi jólini líða?”
33 Svaraði Jákup erkubisp,
smílist undir lín:
“Tað er siður í hesum landi
at halda jólaglím.”
34 Bardust teir á hallargólvi,
so er greint fyri mær,
eingin stóð mót Ormari
meir enn eina syftu ella tvær.
35 Bardust teir á hallargólvi,
av dró barnagaman,
Ormar sterki og Einar ungi
tá bar báðum saman.
36 Bardust teir á hallargólvi,
so er greint fyri mær,
Einar stóð mót Ormari
fullar syftur tvær.
37 Bardust teir á hallargólvi,
mótið við teini veks,
Einar stóð mót Ormari
fullar syftur seks.
38 Bardust teir á hallargólvi,
er mær ei á tí hól,
Einar stóð mót Ormari
fullar syftur tólv.
39 Bardust teir á hallargólvi,
slíkt mugu kempur kallast,
Einar mátti til jarðar falla,
annar fór at falla.
40 “Er hann nakar av mínum monnum,
Einari kennir háð,
hann skal hanga við hægsta træ,
rótini rennur frá.
41 Er hann nakar av mínum monnum,
Einari skomm til kennir,
hann skal hanga við hægsta træ,
frá rótini upp rennur.”
42 Síðla var um aftanin,
alt gekk fólk til borð,
so var sagt, at Ormar beiddi
Einar fyrst til orð.
43 Kongurin kemur inn árla morgun,
fell so væl í lag:
“Leggja árar á Ormin langa
skulu tit fara í dag.”
44 Svaraði Ormar Tóraldsson,
fell pá síni knæ:
“Hvør tann bøn, ið tú meg biður,
hon skal vera ja.
45 Hvør tann bøn, ið tú meg biður,
hon skal vera ja,
men leggja árar á Ormin langa
fari eg ikki í dag.
46 Leggja árar á Ormin langa
fari eg ikki í dag,
tí kongurin heilur til himmals fer,
men dreingir søkka í kav.
47 Men hoyr tað, kongurin, harri mín,
tað mæli eg um minni,
leggið os heldur for helli Dols,
grípið tann greppin inni!”
48 Lótu sær av lunni draga
eina forgylta skeið,
vundu upp segl í hombor hátt,
sjálvur rann knørrur leið.
49 Ólavur kongur Tryggason
hann siglir norð við landi,
hann hevur skakað á skamri stund
so mongum bitra brandi.
50 Ólavur kongur Tryggason
hann siglir norð for Ytra,
hann hevur skakað á skamri stund
so mangan brandin bitra.
51 Helli sóu teir undan koma
undan tí fjalli langa,
sóu ein so grimman risa
for hellisdurum standa.
52 Helli sóu teir undan koma
undan tí fjalli háa,
sóu ein so grimman risa
for hellisdurum stá.
53 Dolli tók sín jarnnakka,
út á sjógvin knógvar,
Ólavur læt tá eftir honum
bæði sigla og rógva.
54 Dolli tók sín jarnnakka,
út á sjógvin fór,
Ólavur læt tá eftir honum
bæði at sigla og ró.
55 Kongurin skeyt sín búgvin brand
í høgru helliskinn,
heitti hann á sannan Gud,
tá fór Dolli inn.
56 Tá svaraði Ólavur kongur,
mælir í fyrsta sinni:
“Hvør skal fara for helli Dols
og grípa tann greppin inni?”
57 Svaraði Ormar Tóraldsson,
mælir á tungu inni:
“Eg skal fara for helli Dols
og grípa tann greppin inni.
58 Falli eg fyri risanum,
og verði eg her í vetur,
so siglið aftur til landanna,
tí tað er tykkum betur!”
59 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
60 Læt hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Ormar Tóraldsson
sínum fótum á land.
61 Ormar gekk frá strondum niðan,
ætlaði sær til stríð,
esping undir hendi á sær,
tí vøtnini vóru víð.
62 Ormar gekk frá strondum niðan,
ikki var kunnig leið,
esping undir hendi á sær,
tí vøtnini vóru breið.
63 Tað var Ormar Tóraldsson
inn í hellið sá,
har náddi ikki uttan menskur [maður]
upp, sum Dolli lá.
64 Tað var Ormar Tóraldsson
inn í hellið hyggur,
har náddi ikki uttan menskur maður
upp, sum Dolli liggur.
65 “Liggur tú á tínum báðum eygum,
tvinnum ella trinnum,
eg eri sendur av Ólavi kongi
at grípa teg greppin inni.”
66 Dolli so til orða tekur,
mong eru dømin ond:
“Hvussu ert tú á navni nevndur,
hvar byggir tú lond?”
67 “Ormar skalt tú nevna meg,
væl í víggi stár,
Tóraldur av H[j]arðarholt
var sannur faðir at mær.”
68 Tað er Ormar Tóraldsson,
smílist undir lín:
“Ásmundur kappi í Noregi
hann er bróðir mín.”
69 Bardust saman á hellisgólvi
bæði vreiðir og grammir,
so fullu fjøll for teirra fótum,
sum teir høvdu troðið í dammi.
70 Bardust teir tá innanhallar
bæði av grimd og reiði,
traðkaðu teir so hellisgólv,
sum teir høvdu troðið í leiri.
71 Bardust teir tá innanhallar
Ormar komst á knæ:
“Gud og signaður Ólavur kongur
dugnað veit nú mær!”
72 So var sagt, at Ormar sterki
mikla megi fekk,
varpaði risan á hellisgólv,
hálsur av liði gekk.
73 Dolli skar so sára við,
tá hann gav upp ond,
hoyrdi tað signaður Ólavur kongur
niður til sjóvarstrond.
74 Svaraði ein av sveinunum,
svør á sína trú:
“Siglið aftur til landanna,
tí deyður er Ormar nú!”
75 “Hatta var ikki feig mans reyst,
eg hoyrdi á hesum bragdi,
signað verði móðirin,
matin í munnin lagdi!
76 Hatta var ikki feig mans reyst,
eg hoyrdi á hesum bræði,
signað verði móðirin,
matin í munnin legði!”
77 Vogið fekk hann Dolla
við sínum slíðraknívi,
síðan tænti hann Ólavi kongi
so leingi hann var á lívi.
78 Ormar reikar um helli Dols,
rívur upp grót og grund,
tríggjar steinar í barm á sær,
hvør stóð meir enn pund.
79 Kongurin liggur á skipinum,
leingist honum at bíða,
sær nú Ormar Tóraldsson
oman úr fjalli líða.
80 Tað var Ormar Tóraldsson,
skeyt sín leik av hendi:
“Harra, her eru gávurnar,
Dolli tygum sendi.”
81 Kongurin so til orða tekur,
snarliga hann sær vendi:
“Síðst mundi hann Dolli
senda mær skeinkin henda.”
82 Kongurin stendur á bunkanum,
ljómin av honum skín:
“Tak við Gudi og kristnari trú,
eg gevi tær systur mína.”
83 Svaraði Ormar Tóraldsson,
leit seg upp í fjøll:
“So manst tú at við øllum fara,
smækkast verøldin øll.
84 Skal eg taka við kristnari trú,
tað geri eg alvæl treyður,
eg skoyti ei, hvat beinini tola,
tá eg eri deyður.”
85 Ólavur kongur Tryggason
siglir suður for Ytra,
hann hevur skakað á skamri stund
so mangan brandin bitra.
86 Sigla teir til Tróndheim norð,
svørð á hjálmi bresta,
tá var einki annað at gera
uttan kongins systur at festa.
CCF 24 Ca
TSB 118
Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. DFS 68, Nr. 84, s. 776.
Útgávur:
1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 271.
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 506.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 29.
Heimild: Úr Sandoy. Morten Olesen (1765-1828), ættaður úr Boyggjastovu í Havn, húskallur undir Reyni á Sandi, 1826.