Brúsajøkils kvæði
CCF 25 Ca
TSB E 128
1 Tað var um eina jólatíð,
hundar fóru í bond,
har kom fram ein gamal maður
við haka undir hond.
2 “Hoyr tað, tú hin gamli maður,
set teg mær so nær,
veitst tú nakrar fíggjarvánir,
satt at siga mær?”
3 “Eg veit ongar fíggjarvánir,
satt at siga tær,
men úti fyri Heljarlondum
liggja oyggjar tvær.
4 Úti fyri Heljarlondum
liggja oyggjar tvinnar,
onnur oyggin syðri
og onnur oyggin Minni.
5 Onnur oyggin syðri,
og onnur oyggin Minni,
har býr fyri Brúsajøkil,
ert tú maður at vinna.”
6 Ásmundur læt sær bussur sníða,
víðar og so síðar,
kvittar norð fyri Heljaroy
hesi jólini líða.
7 So siglir hann Ásmundur
norð fyri Heljaroy
honum kom hvørki Gud í hug
ei heldur tann heilaga moy.
8 So siglir hann Ásmundur
norð fyri Heljarlond,
honum kom hvørki Gud í hug
ei heldur tann heilaga ond.
9 “Leggið her at landinum,
her er fjøran stutt,
hetta man vera Brúsa høll,
beint í fjall er upp.
10 Leggið her at landinum,
her er fjøran slætt,
hetta man vera Brúsa høll,
beint í fjall er rætt.
11 Her skulu tit liggja, mínir menn,
og gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í kav.
12 Her skulu tit liggja, mínir menn,
undir grønari líð,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í ský.”
13 Ásmundur gekk frá strondum niðan
seg við ongar sveinar,
tá hann kom í hellið inn,
var Brúsi ikki heima.
14 Hann stjól burt hans gull og fæ,
bæði góðs og garðar,
hevði hann ikki tikið hans váknaprógv,
tá mundi tað einki varða.
15 Hann stjól burt hans gull og fæ,
hevði ei hondum hóv,
bar so aftur til strandar oman,
snekkjuna lagdi í sjó.
16 Hann stjól burt hans gull og fæ,
bæði skart og skreyt,
bar so aftur til strandar oman,
alt tað knørrur fleyt.
17 Ásmundur so til orða tekur,
bæði vænur og vitur:
“Eftir liggja handskar mínir,
har sum Brúsi situr.
18 Alt tað gull, ið risin eigur,
liggur í einum kassi,
eftir liggja handskar mínir
undir Brúsa rassi.
19 Eftir liggja handskar mínir,
teir noyðist eg at søkja,
er hann heima Brúsajøkil,
tað verður mær ein fløkja.”
20 Svaraði ein av sveinunum,
gull ber seg á hand:
“Nógvir gerast slíkir handskar
heima í vára land.”
21 Svaraði annar av sveinunum,
takk vildi ikki tiggja:
“Tað sigi eg tær, Ásmundur,
lat teir handskar liggja!”
22 Tá svaraði Ásmundur,
snarliga hann sær vendi:
“Eg havi so leingi borið teir handskar
uppi á míni hendi.
23 Enn skulu tit liggja, mínir menn,
gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í kav.
24 Her skulu tit liggja, mínir menn,
undir grønari líð,
annan morgun vænta meg,
tá sólin roðar í ský.”
25 Ásmundur gekk frá strondum niðan
seg við ongar sveinar,
tá han kom í hellið inn,
tá var Brúsi heima.
26 Ásmundur so til orða tekur,
bæði vænur og vitur:
“Her liggja nú handskar mínir,
sum tú, Brúsi, situr.”
27 “Tú stjólst burt mítt gull og fæ,
bæði góðs og garðar,
hevði tú ikki stolið mítt váknapróv,
tá mundi tað einki varða.”
28 Tí svaraði Brúsajøkil:
“Verði her enn sum áður,
aftur lokist helli mítt,
og ongar dyrnar á!”
29 Tí svaraði Brúsajøkil:
“Verði her enn sum fyrr,
aftur lokist helli mítt,
og verði her ongar dyr!”
30 So gingu teir innanhallar,
eykaðist meiri vandi,
traðkaðu teir so hellisgólv,
sum teir høvdu troðið í sandi.
31 So varð sagt, at Brúsajøkil
mikla megi fekk,
varpaði Ásmund á hellisgólv,
so hálsur av liði gekk.
32 Tók hann upp hans skinn og kropp,
kastar á duralás:
“Ligg nú her,” hvat Jøkil segði
”í kvøld til øskukrás!”
33 Ásmundur skar so sára við,
tá hann gav upp ond,
tað hoyrdu hansara sveinarnir
niður til sjóvarstrond.
34 Svaraði ein av sveinunum,
hann so til hinar segði:
“Tað hoyrdi eg á reystini,
at Ásmundur lívið legði.”
35 Svaraði ein av sveinunum,
so sárliga hann græt:
“Tað hoyrdi eg á reystini,
at Ásmundur lívið læt.”
36 Sveinarnir, ið eftir vóru,
sigldu sjógvin salta,
Ásmundur fell í Brúsa høll,
út gekk gáta Galta.
37 Aftur sigla sveinarnir,
burt var gleði og gleim,
strykaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Tróndheim.
38 Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
39 Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
tá var Ormar Tóraldsson
riðin niður til strand.
40 Tá var Ormar Tóraldsson
riðin niður til strand:
“Hvar er Ásmundur, bróðir mín,
hann kemur ei fyrst á land?”
41 Svaraði ein av sveinunum,
siglt hevði sjógvin salta:
“Ásmundur fell í Brúsa høll,
út gekk gáta Galta.”
42 Ormar snúðist teimum frá
bæði av ilsku og vreiði:
“Tó skal eg til Heljar norð,
eg komi ikki aftur úr teim.”
43 Tí svaraði Ólavur kongur,
svarar so frá sær:
“Kvittar tú til Heljarland,
lat meg fylgja tær!
44 Hoyr tað, Ormar Tóraldsson,
tú kvittar til Heljarlond,
kom tú bæði Gud í hug
og so tann heilig ond!
45 Hoyr tað, Ormar Tóraldsson,
tú kvittar til Heljaroy
kom tú bæði Gud í hug,
og so tann heiliga moy!”
46 Ormar letur snekkju smíða
av so góðum treysti,
kvittaði so til Heljar norð
á hesum sama heysti.
47 So siglir hann Ormar sterki
norð for Heljaroy
bæði kom honum Gud í hug,
so tann heiliga moy.
48 So siglir hann Ormar sterki
norð fyri Heljarlond,
bæði kom honum Gud í hug,
so tann heilig ond.
49 “Leggið her at landinum,
her er fjøran stutt,
hetta man vera Brúsa høll,
beint í fjall er upp!
50 Leggið her at landinum,
her er fjøran slætt,
hetta man vera Brúsa høll,
beint í fjall er rætt!
51 Her skulu tit liggja, mínir menn,
gera so lítið av,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í kav.
52 Her skulu tit liggja, mínir menn,
undir grønari líð,
annan morgun vænta mín,
tá sólin roðar í ský.”
53 Ormar gekk frá strondum niðan
alt fyri uttan vanda,
vøtnini gerast bleik og blá,
honum for eygum standa.
54 Tað var Ormar Tóraldsson,
hann gekk seg niður til strand:
“Fáið mær hit mín lítin bát,
eg nái ikki í hellið at ganga!”
55 Ormar skeyt sín lítin bát
út frá hvøssum steini:
“Hoyr tú, vándi Brúsajøkil,
eg verði tær at meini!
56 Ormar skeyt sín lítla bát
út frá hvøssum gróti:
“Hoyr tú, vándi Brúsajøkil,
tú skalt taka ímóti!”
57 Væl slapp hann um vøtnini,
væl slapp hann av tann vanda,
hann sær ein so grimman katt
fyri sínum eygum standa.
58 Ormar legði ørv á strong,
aðra og ta triðju,
katturin tók mót øllum teim,
hann beit tær av um miðju.
59 “Tú gert ikki, ungi maður,
tínar ørvar at oyða,
um enn tú skjýtur í allan dag,
tú fært meg ikki deyðan.”
60 Tað var Ormar Tóraldsson,
hann tók um brandin bjarta,
sendi hann so for kattins bróst,
at oddurin stóð í hjarta.
61 Katturin fell á jørðina niður,
verøldin tók at skelva,
út so lupu tey fimtan trøll,
tey ristu sínar bjálvar.
62 So var hjartað í Ormari kvikt
sum knívur í leysum skafti,
hann fekk dripið tey fimtan trøll,
tá var Brúsi eftir.
63 Ormar hevði tann sið á sær,
ið Ásmundur hevði ikki fyrr,
tríggjar krossar risti hann
inn í hellisdyr.
64 “Hoyr tað, vándi Brúsajøkil,
hvat eg tali til tín,
eg havi ongar bøtur tikið
eftir bróður mín.”
65 Tá svaraði Brúsajøkil,
mælir for munni á sær:
“Tú hevur dripið tann besta,
var komin av sjálvum mær.”
66 Svaraði Ormar Tóraldsson,
ilt er skap at eggja:
“Vit skulum ikki Ásmund prúð
javnt við kattin leggja.”
67 “Hann tók burt mítt gull og fæ,
bæði góðs og garðar,
hevði hann ikki tikið mítt váknapróv,
tá mundi tað einki varða.
68 Hann tók burt mítt gull og fæ,
bæði skart og skreyt,
bar so aftur til strandanna,
alt tað knørrur fleyt.”
69 Tá svaraði Brúsajøkil:
“Verði her enn sum áður,
aftur lokist helli mítt
og ongar dyrnar á!”
70 Tá svaraði Brúsajøkil:
“Verði her enn sum fyrr,
aftur lokist helli mítt,
verði her ongar dyr!”
71 Upp sprakk vándi Brúsajøkil
alt fyri uttan vanda,
tógva krossar av durum gekk,
tann triði mátti standa.
72 Bardust teir tá innanhallar
eykaðist vandi meiri,
traðkaðu teir so hellisgólv
sum teir høvdu troðið í leiri.
73 Tá var brak í Brúsahøll,
Ormar komst á knæ:
“Gud og signaður Ólavur kongur,
dugnað veit tú mær!”
74 Tað var Ormar Tóraldsson,
legði ikki megi eftir,
báðar hendur um risans skegg,
føtur í fjallið setti.
75 Hann reiv av honum kjøtið alt,
skeggið inn at tonnum,
enntá tóktist Brúsajøkil
frálíkur øðrum monnum.
76 Hann reiv av honum skeggið alt,
kjøt og kjálkafillur.
“Eya meg,” segði Brúsajøkil,”
nú gerast leikir illir.
77 Skeggið ræð at prýða meg,
tá ið eg tað fekk,
tríggjar reisir á hvørjum degi
yvir gullroyki hekk.
78 Skeggið ræð at prýða meg,
er tess virðin full,
tríggjar reisir á hvørjum degi
prýddi eg tað við gull.”
79 So varð sagt, at Ormar sterki
mikla megi fekk,
varpaði risan á hallargólv,
hálsur av liði gekk.
80 So gekk Ormar innanhallar,
rívur upp grót og grund,
tríggjar steinar í barm á sær,
hvør stóð meir enn pund.
81 Tríggjar steinar í barm á sær,
tann hin ríki álvur,
tveir gav hann sankt Ólav kongi,
ein behelt hann sjálvur.
82 “Nú skal eg tæna tær, Ólavur kongur,
ævi og allan aldur,
so sum eg slapp hiðan leysur,”
segði tann benjarbaldur.
CCF 25 Ca
TSB E 128
Handrit: J. Klemmensen, Jóannes í Króki: Sandoyarbók. DFS 68, Nr. 84b, s. 776.
Útgávur:
1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 275.
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 526.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 84.
Heimild: Úr Sandoy. Morten Olesen (1765-1828), ættaður úr Boyggjastovu í Havn, húskallur undir Reyni á Sandi, 1826.