Nornagests ríma
CCF 4 B
TSB E 2
1 Eitt var frøðið um Nornagest,
tílíkur Gudmundur gekk mær næst.
2 Gunnar var ein heiðursmann,
ljótan lit so kendist hann.
3 Høgni var so reystur og ríkur,
gamal og gráur, var Gunnar líkur.
4 Sjúrður var so reystur og ríkur,
seint man føðast annar slíkur.
5 Allir lovaðu hilmar høgg,
blíðar menn og mikla døgg.
6 Ólavur talar til Gestin blítt:
“Hví lovaði tú ikki høggið mítt ?”
7 “Tí lovaði eg ikki høggið títt,
forðum sá eg vænari slíkt.
8 Havið tær hoyrt frá Sjúrði svein,
hann var so frægur á fornan heim?
9 Tá skalv bæði leyv og lund,
Sjúrður vá ormin í miðjum sundur.”
10 “Hvat skalt tú Sjúrði siga frá,
tílíkan ongan við eygum sá?”
11 “Tólv vóru oksar leiddir á torg,
allir fullu á fríða borg.
12 Riðu á skógvin morgun ein
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
13 Riðu á skógvin alvæl kátt
bæði dag og døkka nátt.
14 Komu teir fram at eini á,
eingin mundi til manna ná.
15 Gunnar[s] hestur leyp um fyrst,
tað gjørdi hann við góðari list.
16 Høgna hestur leyp um tá,
Sjúrðar hestur í díki lá.
17 Drógu av díki dýran ein
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
18 Drógu av díki dýran hest,
Sjúrður setti á teymar mest.
19 Sjúrður setti á so fast,
galtargjørðin sundur brast.”
20 “Gestur, ger mín vilja ein,
tvá mín góða gangara rein!”
21 Hann tváaði hans lær og hans longu bein,
hans góða gangara gjørdi hann rein.
22 Komu teir fram at eini á,
eingin mundi til manna ná.
23 Eingin mundi til manna ná,
Sjúrðar hestur sprakk um tá.
24 Komu teir fram á Fávnis ból,
har skein gull, geislar sól.
25 Har fann eg *eina sylgju tá,
Sjúrður svein mær segði frá.
26 Eg tók eitt faks úr hala á hesti,
tað var *sítt og vøksti mesta.
27 Tað var favn og feti sítt,
glógvaði alt sum silvur hvítt.
28 Dreingir, leggið væl í minni,
tað var favn og føtur tvinnar!
29 Fraklandsvøtnini teg eru víð,
har býr lív og ljós mítt í.
30 Leingi kavaði kurteis mann,
beint á blýggið niður fann.
31 Tá ið kurteis ljós var brent,
tá var lív og levnað ent.
32 *Slíkar eru neyðir Nornagest,
tílíkur Gudmundur ger mær næst.”
CCF 4 B
TSB E 2
Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68), No. 39 s. 435
Útgávur:
1. R. Long: Sandoyarbók II, s. 62.
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 249.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 103
Heimild: Úr Sandoy. Simon Danielsen, Símun Dánjalsson í Króki, Sandi (1793-1874)