Skip to main content

Nornagests ríma

 

how to uninstal autodesk inventor bmw autocad symbols autodesk navisworks review 2010 autodesk navisworks simulate 2023 autodesk inventor 11 professional buy autocad map 3dCCF 4 C

TSB E 2

 

1 Eitt er frøðið um Nornagest,

- lat tær ráð, og ráð geva í vanda -

tílíkum góðum gekk tað best.

            - Hvør tann svein geri so.

Oksar tólv vóru leiddir á torg,

síðani fram á fríða borg.

            - Hvítt tjaldað er í frammi.

 

2 Kongurin ætlar at høgga teim,

tílíkum góðum gekk tað við gleim.

Kongurin hjó so mikið høgg,

eitt bragdarbrá for benjardøgg.

 

3 Allir duttu teir deyðir niður,

øksin stóð í stokki við.

Allir lovaðu hilmar høgg,

blóðið dreiv um benjardøgg.

 

4 Har kom kall við prukkur tvær,

studdi seg á báðar tær.

Kongurin krevur kallin blítt:

“Hví lovar tú ikki høggið mítt?”

 

5 “Yvrið, harri, var høggið títt,

í forðum sá eg vænari slikt.

Tá skalv bæði *leyv og lund,

tá Sjúrður vá ormin í miðju sundur.”

 

6 “Kanst tú siga frá Sjúrða svein,

hann var frægur av fornum ein?”

“Tað kann eg siga Sjúrða frá,

tílíkan eingin við eygum sá.

 

7 Tá skalv bæði *leyv og lund,

ormin høgg hann í miðju sundur.

Høgni var ein heiðursmann,

ljótan av lit kendi eg hann.

 

8 Høgni var ein heiðursmann,

ljótan av lit kendi eg hann.

Gunnar var so reystur og ríkur,

fróður og blíður og Gunnhildu líkur,

 

9 Fróður og blíður og Gunnhildu líkur

seint man finnast annar slíkur.

Gunnar var so reystur og ríkur,

gamal og gráur og Gunnhildu líkur.

 

10 Gamal og gráur og Grimhildu líkur,

seint man føðast annar slíkur.

Faðir mín  átti fridligt bú,

fjól tað mikið um manga kú.

 

11 Eg sat á skógv og goymdi hest,

helst tá ið veðrið tað var best.

Riðu teir um díkið heim,

Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.

 

12 Riðu teir um díkið tá,

eg var svein og sá uppá.

Gunnars hestur sprakk um fyrst,

Gunnar kendi væl ta list.

 

13 Høgna hestur sprakk um tá,

Grani fastur í feni lá.

Sjúrðar hestur sprakk um síðst,

tá gav Gud mær góða list.

 

14 Grani fell í fenið fast,

galtargjørðin sundur brast.

Allir stigu úr saðli ein,

Sjúrður og Høgni og Gunnar svein.

 

15 Allir toga á dýran hest,

Sjúrður setti á teymar mest.

Ofta havi eg um díkið trott

bæði dag og døkka nátt.”

 

16 “Gestur, ger mær viljan ein:

tváa mín  góða gangara rein.

Sylgjan í sundur brast fyri mær,

Gestur, hana gevi eg tær.”

 

17 Riðu so fram at einari á,

eingin kundi til manna sjá.

Eg tvái hans bróst og bringu rein,

hans lær og legg og langa bein.

 

18 Góðan gangara gjørdi eg rein,

síðani hevði meg Sjúrður til svein.

Vær ríðum so fram á Fávnis ból,

har skein gull, sum geisar av sól.

 

19 Eg tók eitt hár úr hala á hesti,

tað var sítt og vaksið mest.

Tað var favn og feti sítt,

glógvar rætt sum silvur hvítt.

 

20 Eg havi í forðum farið vítt

at finna ljós og lívið mítt.

“Kongurin gav honum skaft og skeið,

og sjálvur segði hann kalli leið.

 

21 Frakkaland við váknum vítt,

tað var longd úr lívið mítt.

Leingi kavar kurteis mann,

áðrenn hann beint á blýggið fann.

 

22 Kørnar prestur skírdi hann,

            - lat tær ráð, og ráð geva í vanda -

tá leið lív, sum ljósið brann.

            - Hvør tann svein geri so -

Tá ið ljós í lyktu var brent,

tá var Gesti lívið ent.

            - Hvítt tjaldað er í frammi.

 

CCF 4 C

TSB E 2

 

Handrit: Savn N. Nolsøes, 1840. Føroya Landsbókasavn F IV vol. II, Nr. 40, s. 235.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 250.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 106

 

Heimild: Napoleon Nolsøe, Tórshavn (1809-1877)