Finnboga ríma
autocad map 3d 2010 32 and 64 bit fresnel lens in autocad autodesk inventor r11 autodesk backburner autodesk motionbuilder 2012 (64-bit) maxon cinema 4d studio r20CCF 47 Ba
TSB E 59
1 Í Skopun býr ein menskur mann,
Álvur sterki eitur hann.
Noregismenn,
dansið væl og stillið, stillið ydur allir
riddarar, Noregismenn,
dansið væl og fridlig!
2 Álvur hann er váknum verð,
heldur nú ferðina norð um fjørð.
3 Fyri situr Finnbogi á Sikilsoy,
nú lystir hann at søkja moy.
4 Finnbogi fer eftir sandi,
sum snekkjan fleyt fyri landi.
5 Finnbogi mælti so orðum frítt:
“Álvur, læna ferju títt!”
6 Løgdu so snekkjuna fram á gjálv,
Finnbogi rør nú ein mót Álv.
7 Sigldu inn mót Tóravág,
síðan settu teir londum frá.
8 Sigldu fram við grønari lund,
settu so beint á Høvdasund.
9 Sjógvurin breyt sum boðaslóð,
báran oman for róna stóð.
10 Náddu ikki um sundið fram,
settu aftur á Skopunar land.
11 Finnbogi mælti so orðum brátt:
“Nimman fari eg hiðan í natt.
12 Álvur, læna mær loftið títt
til mín farm og ferju frítt!”
13 “Gjarna lovi eg tær loftið eitt
til tín farm og ferju greitt.”
14 Sótu og drukku mjøð av skál,
tá bar teim so mangt til mál.
15 Har vildi ikki vera kyrt um kvøld,
ketilin stoyttist niður í eld.
16 Nú vildi vera minni rús,
Finnbogi situr í myrka hús.
17 “Hvat vilt tú heldur, kempan høg,
kveikja eld ella søkja løg?”
18 Ikki kvaðst tann kempan høg
kunnugt vera at søkja løg.
19 Finnbogi legst at blása burr,
brenniviður var ikki turrur.
20 Munnbílan stendur bak við vegg,
tríggjar spannir fyri sítt skegg.
21 Tríggjar spannir fyri sítt skegg,
bana fekk hvør, sum møtti egg.
22 Álvur skreiðir øksi við lær,
Finnbogi hugsar við sjálvum sær.
23 Finnbogi hugsar við sjálvum sær:
“Hasa hevur Álvur ætlað mær.”
24 Álvur reiggjar øksi hátt,
Finnbogi hevði seg undan brátt.
25 Semjan fell í gólvið hálv,
Finnbogi loypur nú aftur á Álv.
26 Bangaðust teir við nevum hart,
hvørgin gat á annan spart.
27 Finnbogi sprakk yvir jarðarmein,
lyfti hann Álv nú fram um stein.
28 Snarpan hann seg eftir semju brá,
síðan hjó honum høvdið frá.
29 Gróv hann hann undir Grikkjulág,
gekk til songs og fekk sær náðir.
30 Har svav hann, til sól skein bjørt,
líka sum hann hevði einki gjørt.
31 Finnbogi gongur at strandi,
skúgvar sína skútu frá landi.
32 Sigldi síðan til sundið fram,
haðan setti hann inn á Sand.
33 Í skemmu búðu møðgur tvær,
sára illa grótu tær.
34 Moyggjar mæltu so fyri orð:
“Sást tú Álv í Skopun norð?”
35 “Álvur flutti norðan meg,
so fór eg at, eg sló hann í hel.”
36 So sára græt hon Guðrun Skor,
lútaði niður fyri skemmuborð.
37 “Tú yndisbrúður, ver nú kát!
Eg vil ikki hoyra tín grát.”
38 Drukku har brúdleyp í dagar tvá,
síðan sigldu londum frá.
39 Finnbogi er sum 'Hægri hoi'.
siglir nú aftur á Sikilsoy.
40 Hetta frættist norð um fjall,
síðan inn fyri Hákun jall.
41 Mangur man jallinum elva sút,
Finnbogi skal til Noregis út.
42 Vindur síni segl nú høgt í rá,
sigldi so inn á Berinar vag.
43 Gongur so norð um Dovrafjall,
síðan inn fyri Hákun jall.
44 Finnbogi mælti so orðum fram:
“Her er skattur av Føroyaland.”
45 Jallin mælti orðum vilt:
“Tú hevur illa veitslu spilt.
46 Tú hevur vigið í Føroyum ein,
Álvur sterki eitur hann.
47 Tá skalt ei koma hiðan so tvist,
tú skalt berjast við blámann fyrst.”
48 Higar ið teir fóru borgum frá,
ógvuligur var blámann at sjá.
49 Finnbogi blámann í herðar tók,
grúkin niður í steinin sló.
50 Finnbogi blámann í herðar tekur,
grúkin niður í steinin rekur.
51 Finnbogi talar til jallin so:
“Vunnar eru treytir, tær løgduð á.”
52 Finnbogi tekur í jallins hand,
biður um frið til Føroyaland.
53 Jallin letur av ivri resta:
“Tú vá Álv í Skopun vestur.
54 Í morgin skalt tú á Tarvatjørn,
royna sund við hvítubjørn.
55 Tá ið tú stígur um sundagarð,
skalt tú ikki hava vákn hjá tær.”
56 Finnbogi hevur ein lítin knív,
seymar hann inn í skjúrtu sín.
57 Finnbogi leggur sær klæði av,
fór á sund í skjúrtu smá.
58 Higar ið bjørnin kappan sá,
leysan hon seg úr vatni brá.
59 Leys brá hon og var væl kunn,
Finnbogi herðir seg niður til grunn.
60 Snarliga seg við grunni brá,
síðan fram, sum bjørnin lá.
61 Finnbogi hevur væl hondum hógv,
setir hann knív undir bjørnins bógv.
62 Leysan seg úr vatni brá,
dývir hann bjørnina so undir kav.
63 Dýrið søkk í døkkan sand,
Finnbogi kom sær upp á land.
64 Finnbogi sveipar at sær skinn,
síðan gongur for jallin inn.
65 Finnbogi tekur í jallins hand,
biður um frið til Føroyaland.
66 Tá róstu honum allir og jallurin sjálvur:
“Hatta er betri maður enn Álvur.”
CCF 47 Ba
TSB E 59
Handrit: Hentza-savnið. Kvæðasavn hjá Jóannesi í Króki frá 1819 Ny Kgl. Saml. 1954, 4to. Nr. 7, s. 49.
Útgávur:
1. Útvalg, Tórshavn 1986, I, nr. 3.
2. Dimmalætting 1885, nr. 9f.
3. Chr. Matras (legði til rættis.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-1939 s. 42.
4. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band II, Teil 1, s. 148.
5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 94.
6. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, s. 144.
Heimild: Úr Kollafirði: Jens Christian Djurhuus, Sjóvarbóndin (1773-1853), Kollafirði, 1823.