Skip to main content

Finnboga ríma

 

CCF 47 E

TSB E 59

 

1 Finnbogi situr á Sikilsoy,

nú lystir hann at biðja moy.

 

2 Finnbogi situr á Sikilsgrund,

nú lystir hann at biðja sprund.

 

3 Finnbogi gekk seg niður til strand,

sum ferjan lá har skamt frá land.

 

4 Finnbogi inn á skútu stígur,

skútan niður um naglan glíður.

 

5 Finnbogi inn á skútu steig,

skútan niður um naglan gleið.

 

6 Hann vant síni segl so høgt í rá,

siglir nú inn á Tóravág.

 

7 Hann kastar ankar á hvítan sand,

Álvur gár for honum á land.

 

8 “Finnbogi, læna mær farið títt

til mín farm og ferju frítt!

 

9 Finnbogi, læna mær farið eitt

til mín farm og ferju greitt!”

 

10 “Gjarna læni eg tær farið mítt

til tín farm og ferju frítt.

 

11 Gjarna læni eg tær farið eitt

til tín farm og ferju greitt.”

 

12 Hann vant síni segl so høgt í rá,

síðan sigldi hann haðan frá.

 

13 Hann siglir fram við grønari líð,

áðrenn hann kom í streymin stríð.

 

14 Siglir fram við grønari lund,

helt sína ferð á Høvdasund.

 

15 Náddi hann ikki um sundið tá,

snekkjan stríð í streymi lá.

 

16 Náddi hann ikki um sundið fram.

heldur nú aftur á Skopunar land.

 

17 Hann kastar síni ankør á hvítan sand.

fyrst steig Finnbogi fót á land.

 

18 Finnbogi sprakk so lættur á land,

merkir ei spor í hvítan sand.

 

19 Álvur sprakk so tungur á land,

upp um kníggja niður í sand.

 

20 Dagurin leið, og náttin kom brátt.

Finnbogi fer ikki heim í nátt.

 

21 Dagurin leið, og náttin kom pá,

Finnbogi fer ikki húsum frá.

 

22 “Álvur, læna mær loftið títt

til mín farm og ferju frítt!

 

23 Álvur, læna mær loftið eitt

til mín farm og ferju greitt!”

 

24 Tað var Álvins fyrsta orð,

biður nú breiða dúk á borð.

 

25 Tað var Álvins annað orð,

biður nú bera mat á borð.

 

26 Tað var Álvins triðja mál,

biður nú bera drekkaskál.

 

27 Í borgini var so mikið skrál,

meðan teir drukku mjøð av skál.

 

28 Í borgini var so mikil duni,

meðan teir royndu sínar sterku bunur.

 

29 “Hvat vilt tú heldur, kempan høg,

kveikja eld ella søkja løg?”

 

30 Heldur vildi kempan høg

kveikja eld enn søkja løg.

 

31 Finnbogi legst at blása í búr,

brenniviður er illa turr.

 

32 Øksin stóð har bak við vegg,

fýra spannir fyri egg.

 

33 Fýra spannir fyri egg,

banar hvørjum, sum møtir egg.

 

34 Álvur skreiðir øksi við lær,

Finnbogi hugsar við sjálvum sær.

 

35 Finnbogi hugsar við sjálvum sær:

“Hesa manst tú ætla mær.”

 

36 Álvur reiggjar øksi hátt,

Finnbogi bar seg undan brátt.

 

37 Øksin rann í gólvið hálv,

Finnbogi snúgvist nú aftur á Álv.

 

38 Tá var ikki kyrt um kvøld,

ketilin stoytist niður í eld.

 

39 Tá var ikki kyrt um stund,

ketilin brutu teir tá sundur.

 

40 Finnbogi við síni longu bein

springur nú yvir jarðarmein.

 

41 Springur nú yvir jarðarmein.

rykkir nú Álvin fram á stein.

 

42 Finnbogi seg eftir øksi brá,

so høgg hann Álvins høvur frá.

 

43 Gróv hann hann í Krikkjulág,

gekk til songs og fekk sær náðir.

 

44 Og har svav hann, til sól skein bjørt.

sum hann hevði havt einki gjørt.

 

45 Finnbogi gekk seg niður til strand.

sum ferjan lá har skamt frá land.

 

46 Finnbogi inn á skútu stígur,

skútan niður um naglan glíður.

 

47 Finnbogi inn á skútu steig,

skútan niður um naglan gleið.

 

48 Hann vant síni segl so høgt í rá,

síðan siglir hann haðan frá.

 

49 Siglir nú fram við grønari lund,

helt síni ferð á Høvdasund.

 

50 Náddi hann tá um sundið fram,

síðan sigldi hann heim á Sand.

 

51 Hann kastar ankar á hvítan sand.

fyrst steig Finnbogi fót á land.

 

52 Fyrst steig Finnbogi fót á jørð,

niðan í Traðir helt hann ferð.

 

53 Í skemmu sótu møðgur tvær,

sára illa grótu tær.

 

54 Teirri yngru, ið hann heilsaði fyrr,

ferjunavni hon eftir spyr.

 

55 “Í Skopun búði ein menskur mann,

Finnbogi, sást tú nakað til hann?”

 

56 “Sjáldan skiljast vinir væl,

eg fór so av stað, eg sló hann í hel.”

 

57 Sára tá græt hon Guðrun Skor,

hon svímaði niður for skemmuborð.

 

58 “Yndisbrúður, ver nú kát!

Eg einki hoyra vil tín grát.”

 

59 Finnbogi gjørdi verri sút,

bar hana so til skipa út.

 

60 Sigldi so aftur til Sikilsoy

við teirri vonu fríðu moy.

 

61 Hetta ryktast víða um land:

Finnbogi hevur dripið mann.

 

62 Nú elvist sorg og meiri sút,

hetta frættist av londum út.

 

63 Hetta frættist yvir um fjall

haðan inn for Hákun jall.

 

64 Nú elvist sorg og meiri vandi,

nú skal Finnbogi út av landi.

 

65 Nú elvist sorg og meiri sút,

Finnbogi skal av landi út.

 

66 Finnbogi gekk seg niður til strand,

sum ferjan lá har skamt frá land.

 

67 Finnbogi inn á skútu stígur,

skútan niður um naglan glíður.

 

68 Finnbogi inn á skútu steig,

skútan niður um naglan gleið.

 

69 Hann legði inn á Tóravág,

síðan helt hann londum frá.

 

70 Síðan helt hann londum frá,

hann kastar ankar á Bernar vág.

 

71 Kastar ankar á hvítan sand.

fyrst steig Finnbogi fót á land.

 

72 Finnbogi gekk seg yvir um fjall,

haðan inn for Hákun jall.

 

73 Finnbogi tekur í jallins hond:

“Eg biði um frið til Føroyaland.”

 

74 “Tú hevur dripið í Føroyum ein mann.

Álvur bóndi eitur hann.”

 

75 Jallurin talar orðum tvist:

“Tá skalt berjast við blámann fyrst.”

 

76 Finnbogi upp í bringu tekur,

búkin niður í steinin rekur.

 

77 Finnbogi upp í bringu tók,

búkin niður í steinin sló.

 

78 Finnbogi tekur í jallins hond:

“Eg biði um frið til Føroyaland.”

 

79 “Tú skalt fara á Tarvatjørn,

berjast har við hvítabjørn.

 

80 Tá ið tú kemur á sundagarð,

øll tíni klæði legg tú har!

 

81 Øll tíni klæði legg tú har,

og ikki hav tú hvast við tær!

 

82 Tá ið tú kemur um jarðarmein.

tú ver í silkiskjúrtan ein!”

 

83 Finnbogi átti ein lítin knív,

hann seymaði hann upp í skjúrtan sín.

 

84 Dýrið fall for jallin í knæ,

hann gav tí eitt trantaslag.

 

85 Hann gav tí eitt trantaslag,

so fór tað á vatnið og svam.

 

86 Bardust tey í vatninum tá,

ymsi undir og ymsi á.

 

87 Dýrið sprakk úr vatni upp,

Finnbogi kavar niður til botn.

 

88 Nú skal gera so lítið av,

hann tók tann knív, hans móðir honum gav.

 

89 Hann stakk hann undir tann bjarnar bógv,

tað var skaði meiri enn nógv.

 

90 Finnbogi gjørdi tá verri um sinn,

helt fyri uttan, læt bløða inn.

 

91 Dýrið sakk í døkkan sand,

Finnbogi kom sær upp á land.

 

92 Allir róstu honum uttan jallurin sjálvur:

“Hatta er annar maður enn Álvur.”

 

93 Finnbogi tekur í jallins hond:

“Eg biði um frið til Føroyaland.”

 

94 So fór hann til Føroya aftur,

síðan førdi hann kongi skatt.

 

95 Síðan førdi hann kongi skatt,

allir søgdu, hann gjørdi rætt.

 

CCF 47 E

TSB E 59

 

Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c II [18].

 

Útgávur: 

1. Útvalg, Tórshavn 1986, I, nr. 3.

2. Dimmalætting 1885, nr. 9f.

3. Chr. Matras (legði til rættis.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-1939 s. 42.

4. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 155.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 110

 

Heimild: Úr Sandoy: Antonius Hansen (1814-1893), Húsavík. Kristian Joensen, Kristian í Búðini (1843-1924), Sandi, skrivaði upp í 1873.