Skip to main content

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

help make essay how to write your dissertation very good writing phd thesis with latex essay writing help uwoCCF 53

TSB E 106

 

1 Eg veit eina rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd um Grím av Bretlandi

og aðrar reystar dreingir.

 

Orlov um biðjum vær.

Ærligir menn,

dans skulum vær fremja,

er ikki dagur enn.

Orlov um biðjum vær.

 

2 Grímur er á leikvøllum,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Svaraði ein av sveinunum,

hann honum stóð íhjá:

“Best veitst tú við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á.

 

4 Best veitst tú við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á,

hoyrt hava vær gitið, Svøríkis kongur

væna dóttur ár.

 

5 Tað er Margata, Svøríkis dóttir,

føgur er hon í brún,

flættað hár á herðum lá

við silkibondum snúið.

 

6 Tað er Margata, Svøríkis dóttir.

føgur er hon í eygum,

flættað hár á herðum lá

við silkibondum reyðum.

 

7 Tað er Margata, Svøríkis dóttir,

hava hana menn við orði,

hennara stólur av gulli gjørdur

fram at kongins borði.”

 

8 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.”

 

9 So letur Grímur av Bretlandi

búgva skipin sín,

bæði letur hann á teim laða

virtur og so vín.

 

10 So letur Grímur av Bretlandi

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

11 Bræddar hevði hann brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

12 Bræddar hevði hann brandar,

skorin var lyfting blá,

bari toppur av reyðargulli,

so fagurt skein sólin á.

 

13 Grímur gár til strandar oman,

hann var við ærum klæddur,

reyðargullhjálm á høvdi hevði,

tá var hann ongan ræddur.

 

14 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Svøríkis land.

 

15 Løðar jall er á leikvøllum,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

16 Svaraði ein av sveinunum,

honum stóð íhjá:

“Best veitst tú við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á.

 

17 Best veitst tú við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Svøríkis kongur

væna dóttur ár.

 

18 Tað er hon Margata, Svøríkis dóttir,

hava hana menn við orð,

hennara stólur av gulli gjørdur

framman at kongins borð.”

 

19 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.

 

20 Hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá,

biðja Margatu, Svøríkis dóttur,

tað stendst hvat av ið má.”

 

21 So letur hann Løðar jall

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

22 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

23 Bræddir vóru brandar,

skorin var lyfting blá,

barur toppur av reyðargull,

har skein sólin á.

 

24 Løðar jall gár til strandar oman

mitt í mannamúgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

25 Løðar jall gár til strandar oman

mót teirri bylgju blá,

borðini vóru av reyðargulli,

tey skinu for honum um sjó.

 

26 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Svøríkis land.

 

27 Møttust teir í havinum,

tá var ei sjógvur at grandi,

Løðar jall av Seggjaríki,

Grímur av Bretlandi.

 

28 Kasta sínum ankørum

á tann hvíta sand,

fyrstur steig Grímur av Bretlandi

sínum fótum á land.

 

29 Fyrstur steig Grírnur av Bretlandi

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans høgru hand.

 

30 Kasta sínum ankørum

á tann hvíta sand,

fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fótum á land.

 

31 Fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans høgru hand.

 

32 Grímur gár frá strondum niðan,

var hann við ærum klæddur,

reyðargullhjálm á høvdi bar,

tá var hann ongan ræddur.

 

33 Løðar jall gár frá strondum niðan

mitt í rnannamúgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

34 Mitt í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

35 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Svøríkis kongur á borði sat

við mann til hundrað fimm.

 

36 Løðar jall gár í hallina inn,

glaður í gulli glæstur,

Grímur settist í hásæti,

kongarnir raskir.

 

37 Løðar jall stendur á hallargólvi,

ber fram bønarorð sín:

“Sit væl, reysti Svøríkis kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

38 Upp steig Grímur á Bretlandi,

gull bar sær á hand:

“Kongur, gev mær dóttur tína

ella rým av land!”

 

39 Bræddir vóru brandar,

skorin var lyfting blá,

barur toppur av reyðargull,

har skein sólin á.

 

39 Tí svaraði Løðar jall,

fyri breiða borði gekk:

“Kongurin, gev mær dóttur tína,

hon er bæði von og tekk!”

 

40 Svaraði Grímur av Bretlandi,

fyri breiða borði gongur:

“Kongurin, gev mær dóttur tína,

eg biði teg ikki longur!”

 

41 Leingi tagdi Svøríkis kongur,

tyktist at vera komin í vanda,

visti ikki hvørgum at svara,

fyri breiða borði standa.

 

42 Tí svaraði Svøríkis kongur,

læt síni orð so fara:

“Leiðið mína dóttur í hallina inn,

sjálva for seg at svara!”

 

43 Tólv vóru teir sveinarnir,

ið eftir frúnni gekk,

Løðar jall stendur á hallargólvi,

ymsar litir fekk.

 

44 “Ver vælkomin, mín sæla dóttir,

biðlum hevur at svara,

síðan kanst tú kjósa tær

hvønn kappan, tú vilt hava.”

 

45 “Takka vil eg, mín sæli faðir,

korið gavst tú mær,

Løðar jall av Seggjaríki

vil eg kjósa mær.

 

46 Løðar jall av Seggjaríki

hann vil eg mær kjósa,

Grím ikki við eygum síggja”,

segði tann liljan ljósa.

 

47 “Hoyr tú tað nú, Løðar jall,

tú mundi ognast vív,

eg bjóði tær á hólm við mær

um eina so lítla tíð!

 

48 Hoyr tú tað nú, Løðar jall,

tú mundi ognast sprund,

kom á hólm og berst við meg

um eina lítla stund!”

 

49 Tí svaraði Løðar jall,

loynir ei sínum alvi:

“So glaður eri eg at berjast við teg,

sum leika við frú í talvi.

 

50 Vit skulu berjast á slættum sandi.

ikki uppi á mýri,

frú skal stá og síggja á,

hvør vit kunnu váknum stýra.”

 

51 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

settu teir sínum bardøgum

skamt frá kongins høll.

 

52 Teir bardust tógva fullar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann.

 

53 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

tað var Grímur av Bretlandi,

kendi sær møði á hand.

 

54 Grímur rendi til strandar oman

mót teirri bylgju blá:

“Ikki verði tær eyðið

frú Margatu at fá!”

 

55 Grímur rendi til strandar oman,

rætt sum bylgjur bróta:

“Ikki verði tær eyðið

frú Margatu at njóta!”

 

56 Tað var enntá Løðar jall,

heim í garðin fór,

úti Margata, Svøríkis dóttir,

fyri honum stóð.

 

57 Tað var enntá Løðar jall,

fell upp á síni knæ,

meðan hann Margatu, Svøríkis dóttur,

til ektar festi sær.

 

58 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Løðar jall og hans vív.

 

59 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

var á ljósum degi.

 

60 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Margata, Svøríkis dóttir,

niður til strandar leidd.

 

61 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Margata

á baru jørðum ganga.

 

62 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Seggjaríki.

 

63 Kasta sínum ankørum

á tann hvíta sand,

fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fótum á land.

 

64 Fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fótum á land,

og hon Margata, Svøríkis dóttir,

undir hans høgru hand.

 

65 Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,

hugsar so við sær:

“Gud og milda Maria moy

hon verði nú við mær!”

 

66 Silki og so perlur

var á stræti breitt,

so varð frúgvin Margata

upp í hallina leidd.

 

67 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fríðan.

 

68 Sveipar hon hann í klæði væl,

tá hann kom í heim,

Grím bað hon nevna

tann hin gævuliga svein.

 

69 Untust saman í ríkinum,

so er greint ífrá,

eingin tað livdi teirra son

nema eina nátt ella tvá.

 

70 Untust saman í ríkinum,

so er greint for mær,

eingin livdi teirra son

nema eina nátt ella tvær.

 

71 Hann vaks upp á leikvøllum

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið sjálvur kjósa vildi.

 

72 Hann vaks upp á leikvøllum,

vant sítt svørð í droyra,

alskyns mál og fuglalist

lærdi, sum fekk at hoyra.

 

73 Grímur er á leikvøllum,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

74 Svaraði ein av sveinunum,

hann honum stóð íhjá:

“Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á.

 

75 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Grimmar kongur

væna dóttur ár.

 

76 Tað er hon Silvurlin Grimmars dóttir,

føgur er hon í eygum,

flættað hár á herðum lá

við silkibondum reyðum.

 

77 Tað er hon Silvurlín Grimmars dóttir,

føgur er hon í brún,

flættað hár á herðum lagt

við silkibondum snúnum.

 

78 Tað er hon Silvurlín Grimmars dóttir,

hava hana menn við orði,

hennara stólur av gulli gjørdur

framman at kongins borði.”

 

79 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.

 

80 Hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá,

biðja Silvurlín Grimmars dóttur,

tað stendst hvat av ið má.”

 

81 Grímur gár for faðir sín

at leita við hann ráð:

“Hvat veitst tú so væna jomfrú,

ið mær er sámi at fá?”

 

82 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

hví spyrt tú tær so,

best veitst tú við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á.”

 

83 “Grimmar kongur dóttur eigur,

sveinar siga frá,

hana tókti mær sámiligt,

kundi eg hana fá.”

 

84 “Lætt kom tær at hyggja upp,

tagað hevur tú leingi,

kongurin hevur av lívi tikið

mangar reystar dreingir.”

 

85 Grímur snúðist av hallini út,

hann tók tey orð við reiði:

“Tó skal eg til Bretlanda,

eg komi ikki aftur í teirri.”

 

86 Løðar jall gár í hallina inn

fyri tað væna fljóð:

“Nú skal eg til Bretlanda fara

við okkara soni góð.”

 

87 Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,

heldur hon gyltu brondum:

“Hann má minnast tær verkið tað,

tú tókst teir av hans hondum.”

 

88 Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,

heldur á ringinum reyða:

“Fara tit til Bretlanda,

syrgi eg meg til deyða.”

 

89 So letur Grímur av Seggjaríki

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

90 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

91 Grímur gár til strandar oman,

var hann við ærum klæddur,

reyðargullhjálm á høvdi bar,

hann var for ongum ræddur.

 

92 Løðar jall gár til strandar oman

mitt í mannamúgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv,

eygað sum í dúgvu.

 

93 Tað var Margata, Svøríkis dóttir,

andaði í hans munn,

myntist við yngsta alva sín,

tí henni var ilskan kunn.

 

94 Tað var Margata, Svøríkis dóttir,

hevði bæði angist og mein,

fylgdi hon Løðar jall, harra sín,

ytst á flotastein.

 

95 Legði hann hendur um frúnnar háls,

myntist við hana blíðan,

skiltust tey á Lindiniborg

og sóust ikki síðan.

 

96 Vindur hann upp síni silkisegl

við gull í vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Bretland.

 

97 Sveinar vóru á skógnum staddir,

goymt høvdu smalur og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vilja leita.

 

98 Sveinur rekur smalur tá

saman á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

99 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

100 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

101 “Sært tú skip eftir havi koma.

takt við hvíta lín,

vera man Grímur av Seggjaríki

at biðja dóttur mína.”

 

102 Svaraði Grímur av Bretlandl.

læt síni orð so fara:

“Eg gevi Regini dóttur mína,

Grím av lívi taka.”

 

103 Svaraði hin ungi Hildibrandur,

heldur á ringinum reyða:

“Fyrstur mundi hann av Bretlands monnum­

síggja sín egin deyða.”

 

104 Regin gongur at grasagarði

við trega og tunga sút,

hann tók upp tá ørvur tvær,

sendi á havið út.

 

105 Hann tók upp tá ørvur tvær

og sendir á havið fram,

Grímur tók á báðum teimum,

hann steig í lyfting fram.

 

106 Grímur tók við báðum teimum,

hann steig í lyfting fram,

sendi tær so á landið upp,

hann feldi merkismann.

 

107 Svaraði hin ungi Hildibrand,

tá stóð ikki til bóta,

sær hann, hvar ið Regin liggur

og kastar fótum.

 

108 Kongurin gár at grasagarði

við trega og tunga sút,

hann tók upp tær ørvurnar,

hann sendi á havið út.

 

109 Hann tók upp tær ørvur tvær,

hann sendi á havið fram,

Grímur tók við báðum teim,

hann steig í lyfting fram.

 

110 Grímur tók við báðum teim,

hann steig í lyfting fram,

sendi tær aftur á Bretland,

hann feldi merkismann.

 

111 Kongurin gongur at grasagarð

við trega og tunga sút,

hann tók upp tær triðju tvær

og sendi á havið út.

 

112 Hann tók upp tær ørvur tvær,

gitið tað man verða leingi,

eitur dró hon í kjafti fram

og eldur undir veingir.

 

113 Tá varð brak í súðunum,

øllum tykti undur,

seglini fóru fyri borðið út,

togini brustu sundur.

 

114 So vaks veður á sjónum hart,

undur mátti kalla,

stýrir Løðar jall, faðir hans,

at ikki náar at halla.

 

115 Níggju dagar Grímur ungi

í eysturmála stendur,

so stýrir Løðar jall, faðir hans,

blóðið úr skjúrtu vindur.

 

116 Níggju dagar Grímur ungi

í eysturmála stóð,

meðan Løðar jall, faðir hans,

úr skjúrtu vant hans blóð.

 

117 Tegar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankør falla

á tann hvíta sand.

 

118 Kasta sínum ankørum

á tann hvíta sand,

fyrst steig Grímur av Seggjaríki

fótum á land.

 

119 Fyrst steig Grímur av Seggjaríki

fótum á land,

og hann Løðar jall, faðir hans,

undir hans høgru hand.

 

120 Grímur gongur frá strondum niðan,

hann var við ærum klæddur,

reyðargullhjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

121 Løðar jall gár frá strondum niðan

mitt í mannamúgvu,

kinnin reyð sum hummarklógv,

eygað sum í dúgvu.

 

122 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

123 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Grímur kongur á borði sat

við mann til hundrað fimm.

 

124 Grímur gár í hallina inn,

glaður og gulli glæstur,

Løðar jall settist í hásæti

konginum har næstur.

 

125 Løðar jall situr í hásæti,

bar fram bønarorð síni:

“Hatta er Grímur, sonur mín,

gev honum dóttur tína!”

 

126 Svaraði Grímur av Bretlandi

í fyrsta orði tá:

“Eg gevi ikki Grími dóttur mína,

tað stendst hvat av ið má.”

 

127 Svaraði hin ungi Hildibrand,

fyri breiða borði stóð:

“Svara dreingi høviskliga,

á moynni hevur tú ráð!”

 

128 Svaraði hann so høviskliga,

øllum tókti undur:

“Far teg aftur til Seggjaríki

verri enn nakar hundur!”

 

129 Grímur stóð á hallargólvi,

vildi ei megi loyna,

ætlaði kongi banasár

og odd í hjálma royna.

 

130 Tað var Grímur av Seggjaríki,

snarliga hann sær vendi,

hann tók eitt stykki úr kongins borði

gjøgnum gólvið rendi.

 

131 Upp leyp hin ungi Hildibrandur.

svørðið vildi fá,

Løðar jall rann at durunum,

so er greint ífrá.

 

132 Tað var Grímur av Bretlandi,

hann fleyg í loftið við veingir,

píl fleyg av hans hvørji fjøður,

hann feldi reystar dreingir.

 

133 Tað var Grímur av Seggjaríki,

hann fleyg í loft við veingir,

píl fleyg av hans hvørji fjøður,

tað feldi reystar dreingir.

 

134 Bardust teir í loftinum,

gjørdu so hvøllar brestir,

Grímur hin við hondum tók,

hann læt ei longur fresta.

 

135 Løðar jall og Hildibrand

hvør reið øðrum ímóti,

fullu so búkar á jørðina niður,

sum tú varpar gróti.

 

136 Teir høgga títt, teir líva lítt,

teir lata ei svørðið linna,

teir høgdu títt á báðar hendur,

teir klúgva tað stálið stinna.

 

137 So reið hin ungi Hildibrandur

við so frítt eitt mót,

feldi meiri enn hundrað mans

niður for Løðar jals fót.

 

138 So reið hann Løðar jall

við so frítt eitt mót,

feldi meiri enn hundrað mans

niður for Hildibrands fót.

 

139 Roðin settist á himmalin upp

í tí grima vígi,

Løðar jall og Hildibrand

møttust teir í stríði.

 

140 Teir bardust tógva fullar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann.

 

141 Inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann,

tá fell sjálvur Løðar jall,

tann hin raski mann.

 

142 “Tá eg bardist við faðir tín

um tað væna vív,

vita tú, Hildibrand Grimmars son,

tá helt eg kært mítt lív!

 

143 Tá eg bardist við faðir tín

um Margatu, Svøríkis dóttur,

vita tað, Hildibrand Grimmars son.

eg fór ei undan á fløtu!

 

144 Tá eg bardist við faðir tín,

tá ið eg var ungur,

ikki hevði tú sigrað meg,

tó nú gerst skjøldurin tungur.

 

145 Tá eg var so ungur sum tú,

so tordi eg óræddur renna,

nú tekur elli at boyggja meg,

sjálvur má eg tað sanna.”

 

146 Tað var hin ungi Hildibrand,

sínum svørði brá,

síðan hjó hann Løðar jall

sundur í lutir tvá.

 

147 Grímur reikar um grønan vøll

høvdingalið at kanna,

saknar hann Løðar jall, faðir sín,

og aðrar fleiri manna.

 

148 “Tú hevur dripið faðir mín

og gjørt mær tað ímóti,

harfyri skalt tú tín deyða tola

av hesum hvassa spjóti.”

 

149 Eingin hestur var so fljótur

fram eftir slættum sandi,

sum hann Grímur Løðars son

var eftir kongins landi.

 

150 Tað var hann Grímur Løðars son,

honum var leiðin kunnig,

meirum ørvum skeyt hann við,

eina helt hann í munni.

 

151 “Tú tarvt ikki, ungi maður,

tínar ørvur oyða,

um tú skjýtur í allan dag,

tú fært meg ikki deyðan.”

 

152 Niður legði hann ørvurnar,

hann tók til brandin bjarta,

rendi hann so for kongins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

153 Svaraði Grímur av Seggjaríki

av tí tunga stríði:

“Vita tað, Hildibrand Grimmars son,

at vit eru javnir nú!”

 

154 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir settu sínum bardøgum

skamt frá kongins høll.

 

155 Teir bardust tógva fullar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann.

 

156 Inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann,

tá fell hin ungi Hildibrand,

tann hin reysti mann.

 

157 Svaraði hin ungi Hildibrand:

“Tað skal eg nú valda,

tó at vit hava roysni roynt,

at lata nú hvønngan gjalda.”

 

158 Teir svóru seg í stálbrøðralag,

tað fell so væl í lag,

síðan tókust teir handaband

á tann sama dag.

 

159 Svaraði Grímur av Seggjaríki,

hann sá faðir sín:

“Hevði ikki verið lóvatak,

skuldi tú látið lív.”

 

160 Tað vóru hesar miklu kempur.

heim í garðin fór,

úti Silvurlín Grimmars dóttir

fyri teimum stóð.

 

161 Svaraði hin ungi Hildibrand

við alskyns spekt og meingi:

“Vilt tú handa riddara lova,

so raskur yvir allar dreingir?”

 

162 Svaraði Silvurlín Grimmars dóttir

fast av miklum móði:

“Hann kemur ikki í mína song,

tað ræður tú ei, mín bróðir.”

 

163 Hon blandar honum

tað eitur í vín,

ber so inn for Grím hin unga,

biður hann drekka til sín.

 

164 Ber so inn for Grím hin unga,

biður hann drekka til sín,

enntá hugdi Grímur ungi

at fingurgulli sín.

 

165 “Tú tarvt ikki blanda mær

eitur í tasku tína,

vilt tú ikki við mær fara,

tá skalt tú láta títt lív.”

 

166 Svaraði ungi Hildibrand

av tí tunga stríði:

“Hoyr tú, Grímur av Seggjaríki.

gev mær systur tína!”

 

167 Gingu teir til strandar oman

mót teirri bylgju blá,

ófegið var tað kongabarn,

teir firraðu londum frá.

 

168 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Seggjaland.

 

169 Kasta sínum ankørum

á tann hvíta sand,

fyrstur steig Grímur av Seggjaríki

fótum á land.

 

170 Fyrstur steig Grímur av Seggjaríki

fótum á land,

og hon Silvurlín Grimmars dóttir

undir hans høgru hand.

 

171 Og hon Silvurlín Grimmars dóttir

undir hans høgru hand,

tá var Margata, Svøríkis dóttir,

riðin niður til strand.

 

172 Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,

gull bar sær á hand:

“Hvar er Løðar jall, faðir tín,

hví leyp hann ei fyrst á land?”

 

173 Svaraði Grímur av Seggjaríki,

sára ið hann græt:

“Faðir mín fall á Bretlandi,

for meg hann lívið læt.”

 

174 Sára græt Margata, Svøríkis dóttir,

tó hon var ikki hvøll,

henni runnu blóðug tár

niður á grønan vøll.

 

175 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

grát ikki so leingi,

komin er kongur Signhild at biðja.

so raskur yvir allar dreingir!”

 

176 Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,

møðig fellir tár:

“Mær er meiri um harra mín,

ið hiðani fór í vár.”

 

177 Svaraði Margata, Svøríkis dóttir,

sára ið hon grætur:

“Mær er meiri um harra mín,

ið hiðani fór í vetur.”

 

178 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Silvurlín Grimmars dóttir

upp í hallina leidd.

 

179 Tað var Grímur í Seggjaríki,

heim í garðin fór,

úti Signild systir hans

fyri honum stóð.

 

180 Svaraði Grímur í Seggjaríki

við miklum spekt og meingi:

“Vilt tú henda riddara lova,

so raskur yvir allar dreingir?”

 

181 Svaraði Signild, kongins dóttir.

fyrsta orði tá:

“Eg hevði unnað Hildibrandi,

áðrenn eg hann sá.”

 

182 Tað var Grímur í Seggjaríki

fell upp á síni knæ,

meðan hann Silvurlín Grimmarsdóttir,

til ektar festi sær.

 

183 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Grímur og hans vív.

 

184 Tað var hin ungi Hildibrand

fell upp á síni knæ,

meðan hann Signild, kongins dóttur,

til ektar festi sær.

 

185 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Hildibrand og hans vív.

 

186 Hildibrand sigldi til Bretlanda,

sigist í hesum tátti,

Grímur settist í ríkið tað,

ið hans faðir átti.

 

Orlov um biðjum vær.

Ærligir menn,

dans skulum vær fremja,

er ikki dagur enn.

Orlov um biðjum vær.

 

CCF 53

TSB E 106

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroya Landsbókasavn nr. 4

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 312.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 101.

 

Heimild: Úr Sandvík: Hans Pauli Johan-Petersen  (1814-1886), Lopra, f. í Sandvík,  1837.