Guttormur í Hattarmóti
CCF 58 C
TSB E 39
113 Feldi niður á Holsló
alt tað valdra lið,
sjálvur gekk tá Magnus kongur
undir borgarlið.
114 Sjálvur gekk tá Magnus kongur
undir borgarlið:
“Mín kæri dótturson,
tú gev mær grið!”
115 “Slíkan skalt tú, Magnus kongur.
griðin av mær fá,
sum tú lætst mín sæla faðir
við sínum lívi gá.
116 Slíkan skalt tú, Magnus kongur.
griðin av mær fá,
sum tú lætst mína sælu móður
at rættinum ná.
117 Slíkan skalt tú, Magnus kongur.
griðin av mær liggja,
sum tú lætst mín sæla faðir
við tínum lívi byggja.”
118 Tað var junkar Magnus,
við sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Magnus kong
sundur í lutir tvá.
119 Hann fór sær til hallar heim,
fellur pá síni knæ,
meðan hann donsku fylgismoy
til ektar festi sær.
120 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Magnus og hans vív.
121 Drukkið varð teirra brúdleypið,
alvæl sum tey máttu,
settust aftur í ríki tað,
ið Magnus kongur átti.
CCF 58 C
TSB E 39
Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [19], rópt Schrøters blandinger.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band II, Teil 3, s. 388.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 121.
Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1771-1851), Vági.