Skip to main content

Guttormur í Hattarmóti

 

CCF 58 D

TSB E 39

 

1 Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

hvussu frúgvin Margata

harmin mundi fá.

 

Inni ræður dansin,

fingið sín rætt,

komin er tann leikalund,

og tann vit høvum frætt.

 

2 Henni býðst ein ungur maður

eystan úr Fjón,

nevndur var hann Guttormur

í Hattarmót.

 

3 Henni býðst ein ungur maður,

hann hana fekk,

nevndur var hann Guttormur.

ið eftir Osló gekk.

 

4 Tá ið tey høvdu saman verið

mánaðirnar tólv,

tá varð teimum til veitslu boðið

suður í Osló.

 

5 Tí svaraði ternan,

glógvar hon øll í gull:

“Hóast tær sýnist ráðini,

við svikum eru tey full.

 

6 Nær skal eg bryggja og baka,

nær skal eg blanda vín,

nær skal eg teg aftur vænta,

veldigi harri mín?”

 

7 “Eri eg ikki afturkomin

mikkjalsmessu í heyst,

tá skalt tú bryggja og baka

og gera fullgott treyst.

 

8 Eri eg ikki afturkomin

á Gudshalgan í vetur,

viti tað Gud av himmiríki,

nær tað verður betur.”

 

9 Guttormur stýrir síni

snekkju for seg,

heilan bað hann eftir liva

Danmarkar her.

 

10 Guttormur stýrir síni snekkju,

eitur Floy,

heila bað hann eftir liva

hvørja Danimoy.

 

11 Rókust úti í myrkum havi

fullar mánar tvá,

ongar vættrar mundu teir

til nøkur lond at sjá.

 

12 Ongar vættrar mundu teir

til nøkur lond at sjá,

sum tann høga boðaslóð

so fell tann bylgjan blá.

 

13 Mælti tá reglusvein,

við reglu tar ið hann stár:

“Hatta eru ramir hestar,

eftir havinum gár.”

 

14 “Tað eru eingir hestar,

ei heldur nøkur ross,

men tað eru ramir illgerningar,

ið ristar eru mót os.”

 

15 Níggju dagar tann forgylta knørr

í eysturmála stóð,

so stýrir hann Guttormur,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

16 Níggju dagar tann forgylta knørr

í eysturmála stendur,

so stýrir hann Guttormur,

og blóðigar vant hann hendur.

 

17 So vaks veðrið á sjónum hart,

illgerning mátti kalla,

so stýrir hann Guttormur,

at ikki náar at halla.

 

18 So vaks veðrið á sjónum hart,

illgerning mátti eita,

so stýrir hann Guttormur,

úr skjúrtu vant hann sveita.

 

19 Tá varð brak í súðunum,

slíkt var mikil undur,

seglini fullu á bunkan niður,

togini gingu sundur.

 

20 Guttormur tekur sítt rúnarkelvi.

kastar út á sjógv,

ikki mátti illgerning vaksa,

tað slætnaði sum fyri lógv.

 

21 Guttormur tekur sítt rúnarkelvi.

kastar út á fjørð,

ikki mátti illgerning vaksa,

magnað vóru hans orð.

 

22 Seglini vóru av silki,

togini av hvíta lín,

glaður leggur stýrimaður

skipum undir líð.

 

23 Glaður leggur stýrimaður

skipum undir líð,

tá var hann riðin Magnus kongur

at fagna mágin sín.

 

24 Bæði var hann Guttormur

følin og so nipin,

skundar hann har at borgini,

sum drotningin situr.

 

25 Hon skjýtur undir hann

ein gullborin stól:

“Her skalt tú, Guttormur,

drekka vári jól.”

 

26 Guttormur settist

í drotninginnar stól,

bókina tá rítar hann

um øll tey jól.

 

27 Bókina tá rítar hann,

niður í hana sá,

mangan mans ævi

setir hann har uppá.

 

28 Mangan mans ævi

setir hann har uppá,

sín sjálvs egin deyða

øðrumegin hjá.

 

29 Búgvið horn í hendi bar,

svørðið undir skinn,

hetta sendi drotningin

Guttormi inn.

 

30 Tað gjørdi Guttormur

í fyrsta mein,

hann vá frá borði

skeinkisvein.

 

31 Tað gjørdi Guttormur

í annað tá,

hann vá frá borði

sveinarnar tvá.

 

32 Vógu teir Guttorm

við sjóvarstrand,

bókina ta leggur hann

Margatu á fang.

 

33 Bókina ta leggur hann

Margatu á klæði:

“Goym tað vára unga soni,

í óføddur er í degi.”

 

34 Bæði var hann Guttormur

følin og so nipin,

fimmti vá hann edilingar,

síðan varð hann gripin.

 

35 Vógu teir Guttorm

undir reyðum skildri,

tá var tað fremt,

sum drotningin vildi.

 

36 Teir tóku av Margatu

allan hennara eyð,

eina mátti hon undan koma,

hon stóð í ein kyrtil reyð.

 

37 Teir tóku av frúnni Margatu

alt tað, hon ár,

eina mátti hon undan koma,

hon stóð í ein kyrtil blá.

 

38 Hon var sær á skógvi burt

væl í fimtan vetur,

henni kom føði av himli niður,

tað man týða betur.

 

39 Magnus hann mælir

við móður sína eina:

“Hví eru vit so einsliga

borin her í heim?”

 

40 “Vit eru ikki so einsliga

borin her í heim,

eg eigi fleiri riddarar

enn sum teg aleina.”

 

41 Hon klívur í tað grøna

viðartræ,

bókina tá leggur hon

Magnusi á knæ.

 

42 Magnus niður

í bókina sá,

mangan mans ævi

sær hann har uppá.

 

43 Mangan mans ævi

sær hann har uppá,

sín sjálvs faðirs deyða

øðrumegin hjá.

 

44 Magnus stígur

á døkka fold,

tá hann sá sín faðirs deyða,

hann sortnaði sum ein mold.

 

45 Tað var junkarin Magnus,

gott var í honum evni,

so reið hann á skógvin burt

sín faðirs deyð at hevna.

 

46 Magnus ríður

gjøgnum grøna lund,

­føgur var tann dúgvan,

ið honum fleyg á fund.

 

47 Føgur var tann dúgvan,

ið honum fleyg á hand,

hetta man vera Ata,

faðirsystir hans.

 

48 “Er hetta Ata,

faðirsystir mín,

tú legg so góð ráðini

for bróðursonin tín!”

 

49 “Eg kann so lítil góð ráð

leggja tær,

tí eg veit so fá

fyri sjálvari mær.

 

50 Tá ið tú kemur har innan hallar,

fell upp á tíni knæ,

bið til tínar óndu vættir

nætur veita tær!

 

51 Tú sig, tú ert harra Stíg

eystan úr Fjón,

tá man frúgvin kalla teg

at vera sín bróðurson!

 

52 Hoyr tað, Magnus,

bróðursonur mín,

hon biður teg troða ein dans

fyri herkonum sínum!

 

53 Tú sig, tú ert so troyttur,

so gævuliga móður,

sum tú hevði havt troðið

tann grøna viðarskóg!

 

54 Hon blandar tær

tað eitur í vín,

enntá hygg tú, Magnus,

at fingurgulli tín!

 

55 Enntá hygg tú, Magnus,

at fingurgulli góð,

tá tekur at rodna

títt fingurgull til blóð!

 

56 Hon letur upp tann borðbúnað,

ið tín faðir ár,

ikki bregð tú litirnar

úr kinnunum tá.”

 

57 Tá hann kom har innan hallar,

hann fell upp á síni knæ,

hann bað til sínar óndu vættir

nætur veita sær.

 

58 Hann segði, hann var harra Stíg

eystan úr Fjón,

tá mátti frúgvin kalla hann

at vera sín bróðurson.

 

59 “Ert tú harra Stíg,

bróðursonur mín,

tú troða ein dans

fyri herkonum tín!”

 

60 Hann segði, hann var so troyttur,

so gævuliga móður,

sum hann hevði troðið

tann grøna viðarskóg.

 

61 Hon blandar honum

tað eitur í vín,

enntá hugdi Magnus

at fingurgulli sín.

 

62 Enntá hugdi Magnus

at fingurgulli góð,

tá tekur at rodna

hans fingurgull til blóð.

 

63 “Gud forláti tær, Margata,

faðirsystir mín,

hví forræður tú

so bróðursonin tín?”

 

64 “Eg standi her í huganum,

eg hugsi um tað enn,

nær mín bróðir átti

teir synirnar fimm.”

 

65 “Ein eitur Stígur,

og annar eitur Stavn,

triði er í Danmørk,

hann ræður for Kjøpinhavn.

 

66 Ein er í Lundi,

annar er í Trann,

bókin hevur sagt mær

beggja teirra navn.

 

67 Fjórði er eftir

í ríkinum hjá mær,

her hevur tú tann fimta,

sum tú við eygum sær.”

 

68 Hon letur upp tann borðbúnað,

ið hans faðir ár,

ikki brá hann litirnar

úr kinnunum tá.

 

69 Hon letur upp

ta fyrstu búð,

hon var ongum innan av

uttan blóreyðum skrúð.

 

70 Hon letur upp ta aðru og triðju

øðrumegin hjá,

hon var ongum innan av

uttan øksirnir blá.

 

71 Hon var ongum innan av

uttan øksirnir blá:

“Hetta átti Guttormur

konungins mág.

 

72 Hetta átti Guttormur,

konungins mág,

mangan havi eg móðursonin

svikið áðrenn tá.

 

73 Tríati havi eg kvinnur svikið,

fjøruti moyggjar,

eg skal svíkja annaðslíkt,

áðrenn eg skal doyggja.”

 

74 “Hevur tú tríati kvinnur svikið,

fjøruti moyggjar,

tú skalt svíkja onga,

áðrenn tú skalt doyggja.”

 

75 Tí svaraði fylgismoyggj,

tar hon stóð í tvang:

“Mongum hevur tungan í heysi

verið for lang.”

 

76 “Mín kæra fylgismoyggj,

tal tú við mær,

mítt skæra fingurgull

tað vil eg geva tær!

 

77 Mítt skæra fingurgull

tað vil eg geva tær,

síðan onga jomfrú lova

uttan sjálva teg.”

 

78 “Behalt tú sjálvur títt fingurgull,

gev tað ikki mær,

men hevn tín faðir

í friðum fyri mær!”

 

79 Aftur mintist Magnus,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í borgina,

stokkar fyri dyr.

 

80 Legði eld í borgina,

stokkar fyri dyr,

brendi inni drotningina

og ternuna við.

 

81 Magnus hann tekur

í fylgismoynnar klæði,

logandi tá gingu tey

av eldinum bæði.

 

82 Magnus hann tekur

í fylgismoynnar skeyt,

logandi tá gingu tey

av eldinum breyt.

 

83 Magnus hann ríður

gjøgnum grøna lund,

føgur var tann dúgvan,

ið honum fleyg á fund.

 

84 Føgur var tann dúgvan,

ið honum fleyg á hand,

hetta má vera Ata,

faðirsystir hans.

 

85 “Er hetta Ata,

faðirsystir mín,

tú legg so góð ráðini

for bróðursonin tín!”

 

86 “Eg kann so lítil góð ráð

leggja tær,

tí eg veit so fá

fyri sjálvari mær.

 

87 Kongurin eigur

tær ódnirnar tríggjar,

eg óttist um teg, Magnus mín,

tú torir tær ikki síggja.

 

88 Tá ið teir úlvhundarnir

at tær leggja,

snarliga mást tú vísa teimum

ta bitru svørðsegg.

 

89 Tá ið tann hvítabjørnin

at tær leggur,

snarliga skalt tú vísa henni

ta bitru svørðsegg.

 

90 Tá ið tann staddan

at tær leggur,

snarliga skalt tú vísa henni

ta bitru svørðsegg.”

 

91 Inn koma sveinar,

siga øllum frá:

“Eg síggi mann at borgum ríða,

mikil í brynju blá.

 

92 Eg síggi mann at borgum ríða,

mikil í brynju blá,

ongum manni líkari

enn Guttormi at sjá.”

 

93 “Sært tá mann at borgum ríða,

mikil í brynju blá,

tað má vera Magnus,

dóttursonur vár.

 

94 Er hetta Magnus,

dóttursonur vár,

loysið mær út úlvhundarnar,

vita hvussu gár!”

 

95 Tá ið teir úlvhundarnir

at honum løgdu,

snarliga mundi hann vísa teimum

ta bitru svørðsegg.

 

96 Tá ið teir úlvhundarnir

ta bitru svørðsegg sá,

teir fullu sær til jarðar niður,

so møðigt feldu tár.

 

97 Teir fullu sær til jarðar niður,

so møðigt feldu tár:

“Mín keri Magnus,

tú meg ár.”

 

98 Tí svaraði kongurin

í annað orðið tá:

“Loysið mær út hvítabjørnina

og vita, hvussu gár!”

 

99 Tá ið tann hvítabjørnin

at honum legði,

snarliga mundi hann vísa henni

ta bitru svørðsegg.

 

100 Tá ið tann hvítabjørnin

ta bitru svørðsegg sá,

hon fell sær til jarðar niður,

so møðigt feldi tár.

 

101 Hon fell sær til jarðar niður,

so møðigt feldi tár:

“Min keri Magnus,

tú meg ár.”

 

102 Tí svaraði kongurin

í triðja orði tá:

“Loysið mær út stadduna

og vita hvussu gár!”

 

103 Bæði var hon staddan

galin og so óð,

øll hans herklæði

av honum dró.

 

104 Tá ið tann staddan

at honum legði,

snarliga mundi hann vísa henni

ta bitru svørðsegg.

 

105 Bæði var hon staddan

galin og so vill,

legði aftur á kongin

og gjørdi honum mikið ilt.

 

106 Magnus hann høggur,

meðan staddan sló,

væl fimmti mans

við føtur tróð.

 

107 So ríður junkarin Magnus

víðan vegin fram,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

108 Klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann,

eftir stóð tá Magnus kongur

við sín triðja mann.

 

109 Magnus kongur krýpur

undir borgarlið:

“Mín keri dótturson,

gev mær grið!”

 

110 “Slíkan skalt tú griðin

av mær tiggja,

sum tú lætst mín sæla faðir

við sínum lívi byggja.

 

111 Slíkan skalt tá griðin

av mær fá,

sum tú lætst mín sæla faðir

av sínum lívi gá.”

 

112 Tað var junkarin Magnus,

sínum svørði brá,

hann kleyv Magnus, sín móðurfaðir.

sundur í lutir tvá.

 

113 Tað var junkarin Magnus,

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna fylgismoy

til ektar festi sær.

 

114 Drukkið var teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Magnus og hans vív.

 

115 Tað var junkarin Magnus,

alt var sum hann mátti,

settist aftur í ríkið tað,

ið hans móðurfaðir átti.

 

Inni ræður dansin,

fingið sín rætt,

komin er tann leikalund,

og tann vit høvum frætt.

 

CCF 58 D

TSB E 39

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. II, Nr. 4. s. 58.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 389.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 123.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (1814-1886), f. í Sandvík.